Íslendska løgreglan tók í gjár ein mann og tvær kvinnur í 30-árunum undir einari húsarannsókn í miðbýnum í Reykjavík. Løgreglan hevði fingið loyvi til rannsóknina, tí illgruni var um, at fólk høvdu rúsevni íbúðini. Hetta vísti seg eisini at vera so, tí løgreglan fann rúsevni í einum pengaskápi, skrivar Morgunblaðið.