Annika Olsen,landsstýriskvinna í innlendismálum
-------
Tað tykist sum um, at rúsevnisnøgdirnar hækka fyri hvønn dag sum gongur, og nógv bendir á, at rúsevninini eisini gerast sterkari og meira vandamikil, sum koma til Føroyar. Vit kunnu fegnast um, at løgreglan ger eitt gott arbeiði við tað, at hald verður lagt á nógv rúsevni, men samstundis situr man eisini við óttanum um, at tað sum funnið verður bert er toppurin av ísfjallinum, tí rúsevnismuglarnir gerast betri og betri til at fjala rúsevnini.
Hagtøl vísa, at misnýtarar millum ung hækkar støðugt og sambært frágreiðing frá Blákrossheiminum vóru tað í 2006 4 fólk yngri enn 30 ár, ið høvdu leita sær viðgerð, meðan tað í 2009 vóru 24 fólk í hesum aldursbólki. Hetta eigur at fáa øll ávaringarljós at lýsa. Somuleiðis vísir tað seg, at ungfólk eru byrjað at blanda rúsevni við heilivág, har millum Ritalin, ið verður brúkt til fólk við sálarsjúku verður blandað við rúsevni.
Meth-amfetamin slær met
Sambært hagtølum hjá løgregluni so var hald lagt á 2.988 gr. av meth-amfetami, sum er nakað væl sterkari enn vanligt amfetamin. Til samanberingar varð bert hald lagt á 132,80 gr í 2008 og 2,36 í gr í 2001. Meth amfetamin brýtur niður feitt skjótari enn vanligt amfetamin, sum ger at virknaðurin er 3-5 ferðir so sterkur sum vanligt amfetamin. Avleiðingarnar av hesum evni kann vera nervøsitetur, aggressivitetur, psykiskir trupulleikar, hjartatruppuleikar og heilaskaðar. Somuleiðis eru mongirndar av ecstasy og Marihuana hækkaðar. Í 2009 var hald lagt á 4.818 av Ecstasy tablettum og 8 kg av marihuana. Tað er lítð at ivast í, at rúsevnini gera sítt til at harðskapur, eisini av grovari slag, er vorðin meira eyðsýndur í býarlívinum.
Revsiramman fyri rúsevnismugling hækkað
Í fjør var revsiramman fyri rúsevnismugling hækkað fyri Føroyar. Samgongan setti sær fyri at bøta um revsirættarligu viðurskiftini í Føroyum herímillum trupulleikar viðvíkjandi rúsevnum og rúsevnissmugling. Fyri serliga grov rúsevnisbrot varð revsiramman hækkað úr 10 árum upp í 16 ár. Tað er tó ikki nokk, at heva revsirammuna fyri rúsevnismugling, men tað gevur hóast alt eitt poltiskt signal um, at rúsevnismsugling er eitt alvárligt brot á revsireglurnar í Føroyum, og at hetta ikki verður góðtikið. Tað má tó setast inn á nógvum økjum. Eitt nú við upplýsning og at man styrkir tað fyribyrgjandi arbeiðið og hjálpir ungum, sum vísa seg, at vera í vandabólkinum, ikki enda í rúsevnistrupulleikum og harðskapsmálum. Her hevur samgongan somuleiðis sett inn við SSP samstarvinum, sum er eitt skipað samstarv millum sosialar myndugleikar, skúlan og løgregluna. Broytingar vóru gjørdar í rættargangslógini í 2009, sum heimilar løgregluna at vera við í hesum samstarvi. Í dag eru SSP samstørv kring landið.
Vit mugu taka rúsevnistrupulleikan í Føroyum í størsta álvara, tí fyri eitt lítið og viðbrekið land sum Føroyar kann hetta fáa sera álvarsligar avleiðingar fyri okkara ungdóm o.ø. Tað er ungdómurin, ið gerst offur fyri rúsevni, tað er ungdómurin, ið gerst offur fyri harðskapi, tí er tað sera týdningarmikið, at ungdómurin verður hildin skaðaleysur av rúsevnum. Og her eiga myndugleikar og politikarar eina ovurstóra uppávu at loysa.