TFT-viðgerð kallast viðgerðin, sum við at pikka spakulia á ymisk støð í høvdi, bringu og á hondum, kann fáa ótta, angist og pínu at hvørva. Skipað verður fyri skeiði í Føroyum at útbúgva fólk til TFT-viðgerarar
TFT-viðgerð
Tíðindaskriv
Ber tað veruliga til at kunna fara upp í ein flúgvara ekkaleysur, tá ið tú hevur verið bangin fyri tí í longri tíð? Ella ber kanska til at fara til tannlæknan uttan at stúra fyri tí í langa tíð frammanundan? Ella er tað ikki tað reina tvætl, tá ið onkur vil vera við, at hon ella hann kann fáa óttan fyri smáum rúmum (klaustrofobi) at hvørva sum døgg fyri sól? Ella at koyra óttan fyri eiturkoppum á bláman? Og soleiðis kundi verið hildið fram at spurt. Men nú ber til at fáa viðgerð fyri hetta og mangt annað í Føroyum, eins og farið verður undir at geva føroyingum hesa útbúgving her heima, um undirtøka verður fyri tí.
Nei, hetta er ikki gandur, men TFT-viðgerðarhátturin, sum kom fram í USA í 1980, hevur víst seg at kunna hjálpa fólki, sum hava ótta og angist at dragast við. Við fáum viðgerðum eru fleiri føroyingar, sum longu hava fingið hjálp, bæði fyri hæddarræðslu, flúgviræðslu, ræðslu fyri smáum rúmum, ræðslu fyri vatni, og teir hava fingið hjálp fyri mong onnur fyribrigdi. Viðgerðin kann eisini fara inn í tyngri sálarligar trupulleikar og hjálpa har.
TFT-viðgerðarhátturin breiðir seg eins og skógareldur um Norðurlond: Í Danmørk eru longu yvir 100 fólk, sum hava fingið útbúgvingina, í Noregi hava fleiri enn 700 útbúgvið seg til TFT-viðgerar (terapeutar), í Svøríki er gongd eisini komin á hesa læruna, og nú fáa føroyingar høvið at læra, hvussu vit við at pikka spakuliga á ymisk støð á høvdi, bringu og á hondum kunnu fáa ótta, angist og pínu at hvørva.
Lat tað kortini vera sagt, at sjálvandi eru sjúkur ella brek, har hesin viðgerðarháttur má lúta, men hann hevur kortini víst seg at hjálpa skjótt og uttan heilivág í fleiri førum, har aðrir viðgerðarhættir hava givið skarvin yvir ella skulu hava betri stundir.
Nú verður høvi at fara undir útbúgvingina til TFT-viðgera í Føroyum. Sjálv útbúgvingin gongur yvir 3 vikuskifti: Fyrstu ferð 19.-20. juni, aðru ferð 25.-26. septembur og triðju og seinastu ferð 20.-21 novembur í ár. Afturat sjálvari útbúgvingini kemur starvsvenjing, har høvið verður at royna tað, sum ein hevur lært.
Í lýsing aðrastaðni í blaðnum ber til at fáa gjøllari at vita, hvagar ein skal venda sær fyri at fáa viðgerð, ella hvussu ein skal bera seg at, um ein ætlar sær at fara undir sjálva útbúgvingina.