Rá íslendsk list í Listaskálanum

Nú hava føroyingar høvi at njóta villu og ráu listina hjá slóðbrótandi, íslendska listamálaranum Kjarval á framsýning í Listaskálanum


Tað sigst, at við listini hjá listamálaranum, Johannes S. Kjarval (1885-1972), fingu íslendingar eina heilt nýggja fatan av síni náttúru og sínum landi. Hvat hetta innibar, hava føroyingar nú eisini høvi at síggja í Listaskálanum í Gundadali, har 25 verk eftir Kjarval verða sýnd fram. 



Egnar leiðir

Eins og føroyingar, vóru íslendingar leingi vanir við, at málningalist var bláur himmal og grønar eingir. Við málningunum hjá Kjarval vórðu teir hinvegin noyddir at góðtaka og síggja landið sum hart, øgiligt, stórsligið og vilt.

Eitt eyðkenni við listini hjá Kjarval er, at hann førir nærmyndina inn í íslendska list, har hann vísir á vakurleikan í tí ráa og lítið gestablíða, tí harða og villa. Kjarval málaði ikki bara í sól, men eisini í vindi, regni, kava og frosti. Hann fekk nógv av skafti og málaði alt frá tí mest fløkta, fjølbroytta, fleirdimensjóneraða og mynstruta í alskyns litum og formum, yrkt út úr íslendska landslagnum, søgnum, ævintýrum og einum ágrýtnum hugflogsríkidømi, til rannsakandi andlitsmyndir av fólkum, ið gjøgnum drúgt stríð og strev hava borið Ísland í meira enn túsund ár.

Kjarval fór bókstaviliga sínar egnu leiðir, tá hann ætlaði at finna listarligan íblástur, tí hann fór til útbygdirnar, til oyðimørkina. Ikki vóru tað romantiskar tulkingar av víðlendinum, ið hann gav ans, men landið, júst soleiðis, sum tað var. 



Listarligt samstarv

Í dag verður Kjarval roknaður sum ein tann mætasti íslendski málarin í søguni og er m.a. saman við Sigurði Gudmundssyni, Ásgrími Jónssyni og Þórarin B. Þorlákssyni av tí ættarliðnum av listamonnum, ið løgdu grundvøllin til ta modernaðu listina í Íslandi. Kjarval er eisini ein fyrimynd hjá fleiri føroyskum listamálarum, har serliga Thomas Arge eigur at vera tikin fram.

Framsýningin í Listaskálanum er úrslit av samstarvi um listarligt umbýti millum Listasavn Føroya og Listasafn Reykjavíkar, Kjarvalsstaðir. Sama dag, sum framsýningini við Kjarval lat upp í Føroyum, lat upp framsýning á Kjarvalsstøðum í Íslandi við 49 verkum eftir okkara Mikines.

Framsýningin í Listaskálanum verður at síggja fram til 2. mars.