Ráðstevna um at yrkja sálmar

Leygardagin verður ráðstevna í dansistovuni í Norðurlandahúsinum um at yrkja sálmar. Byrjað verður klokkan 10:00 og hildið verður á fram til klokkan 17:30. Rithøvundafelagið og Urguleikarafelagið skipa fyri

Við á ráðstevnuni eru íslendingurin Hjørtur Pálson, sum hevur verið við til at valt út sálmar til íslendsku sálmabókina og danin Hans Anker Jørgensen, ið hevur skrivað sálmar, sum eru á markinum til at vera annað enn bara sálmar.
Nevnast kann, at ein eitur »Vi tror ikke på løgn og reklamer«.
Eisini vera prestarnir Jákup Reinert Hansen, sum helst er tann, ið veit mest um sálmar í Føroyum, og Meinhard Bjartalíð, sum hevur granskað í sálmum og sálmasangi, við á ráðstevnuni.
- Vit í Føroyum hava eina sera sterka sálmasiðvenju, og á bygd er kanska ikki so langt frá innihaldinum í góðu gomlu sálmunum og til nútíðina. Har er enn fiskiskapur, og bóndasamfelagið er ikki heilt burtur sjálvt um hentleikarnir eru vorðnir munandi betri. Í býunum, har talið á íbúgvarum er støðugt vaksandi, er øðrvísi. Har eru sálmarnir heldur ein flýggjan til tað gamla og siðbundna, og onki ringt um tað, men kanska hevði verið gott, um vit fingu sálmar, ið bóru fram evni, sum passaðu inn í nútíðarsamfelagið og góvu eina lýsing av dagsins trúðarlívi, siga Rithøvundafelagið og Urguleikarafelagið.