Elfelagið SEV saman við Jarðfeingi skipar fyri eini ráðstevnu um elbilar í Norðurlandahúsinum týsdagin.
Týsdagin 15. februar verður fyri fyrstu ferð hildin ein ráðstevna um elbilar í Føroyum. Tað er Elfelagið SEV ið saman við Jarðfeingi skipar fyri elbiladegnum, sum er liður í eini norðurlendskari verkætlan, sum er stuðlað av NORA (Norrønt Atlantssamstarv) og umfatar Grønland, Ísland og Føroyar.
Elbiladagurin í Norðurlandahúsinum byrjar týsmorgunin kl. 8.30. Gjøgnum dagin verða fleiri framløgur. Aftaná framløgurnar verður høvi hjá fólki at seta spurningar og kjakast um evnið. Eisini verður høvi at royndarkoyra trý ymisk merkir av elbilum, tilsamans fimm bilar: tveir Peugeot Partner Van Electric, tveir Mitsubishi iMiEV og ein Tesla Roadster, sum kemur mánamorgunin við Norrönu.
Í elbilabólkinum hjá SEV, sum skipar fyri ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, eru Terji Nielsen, Magnus K. Magnussen, Dánjal Jógvan Hansson, Johan Mortensen, allir frá SEV, og Kári Mortensen frá Jarðfeingi.