Tað er felagið Skipating, sum skipar fyri ráðstevnuni við tí endamáli at lýsa nærri hvussu skipaeftirlitið kann skipast og fáast at virka á føroyskum hondum.
Í hesum sambandi hevur felagið fingið Gudmund Gudmundsenb frá íslendska skipaeftirlitinum at koma til Føroyar at greiða frá, hvussu íslendingar hava skipað teirra skipaeftirlit. Eisini kemur hann at greiða frá ymiskum royndum teir hava nomið seinastu árini.
Luttøka verður eisini av umboðum frá ymiskum pørtum av sjó og frálandavinnuni í Føroyum.
Ráðstevnan verður skipað sum pallborðsfundur við lúttøku av :
Halgir Winther Poulsen, formaður í yvirtøkunevndini.
Thormund Johannesen, Skipasmiðjur og ráðgevarar.
Jákup Egholm Hansen, Reiðarafelagið.
Óli Jacobsen, Fiskimannafelagið.
Ole Lauritsen, Klassafeløg.
Gudmundur Gudmundsen, Íslendska Skipaeftirlitið.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fer at seta ráðstevnuna.