Røtt avgerð

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, heldur, at eigarin á Pizza Napoli tók rætta avgerð leygarkvøldið, tá hann segði Pizza Aage úr starvi.

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, heldur, at eigarin á Pizza Napoli tók rætta avgerð leygarkvøldið, tá hann segði Pizza Aage úr starvi.
Steinbjørn dugir ikki rættiliga at síggja, hvat býráðið kundi havt gjørt í hesum máli, annað enn at halda eitt vakið eyga við tí, sum gekk fyri seg. Og síðani næstseinasta tilburð á Napoli, hava ongir trupulleikar verið av Pizza Aage. Ikki fyrr enn leygarkvøldið.
- Sjálvandi kunnu vit læra okkurt av hesum. Men eg haldi ikki, vit skulu byrja at áseta strangar reglur út frá einum einstøkum persóni, sum í mínum eygum tykist at hava ein sera sjáldsaman atburð, sigur Steinbjørn Jacobsen, sum annars fegin vil koma við eini rættleiðing til tað, sum Njal R. Petersen segði í Útvarp Føroya í gjár um, at tað ikki høvdu verið serliga nógv ferðafólk í Norðoyggjum í ár.
- Tað er ikki rætt. Vit hava faktiskt havt óvanliga nógv ferðafólk í ár. Men tey hava kanska hildið seg burtur frá Pizza Napoli, sigur Steinbjørn Jacobsen.