Leo Poulsen
Hvørki John Johannessen, Helena Dam á Neystabø ella fyrrverandi landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, vórðu afturvald á løgtingsvalinum leygardagin.
Tað heldur John Johannessen er ein avleiðing av, at fólk ikki vilja tær broytingar, sum Javnaðarflokkurin heldur verða neyðugar.
- Skúlareformurin er neyðugur, tí vit mugu fáa meira fyri pengarnar á økinum, nevnir John Johannessen sum eitt dømi.
Hann vit tó ikki gera nakrar metingar um, hvørt kósin hjá flokkinum er farin út av lagi.
- Vit mugu bara staðfesta, at veljarin hevur felt dóm, og tann dómin mugu vit so bara taka til eftirtektar, sigur John Johannessen.
Hann viðgongur, at Javnaðarflokkurin hevði eitt vánaligt løgtingsval, og tað hevði hann eisini seinast.
- Men hvussu tað ávirkar Javnaðarflokkin haldi eg, at vit skulu lata okkum um at meta, sigur John Johannessen.
Hann heldur tó, at veljarin ikki tekur undir við teimum broytingum, sum flokkurin hevur hildið eru neyðugar.
- Broytingar sum at fáa skúlaverkið at verða eitt gott skúlaverk innan fyri verandi fíggjarkarm. At fáa heilsuverkið at verða eitt gott heilsuverk innan fyri verandi fíggjarkarm. At vit hava lagt upp til broytingar har er eitt greitt tekin um, at fólkið vil ikki tær broytingarnar. Trupulleikin er bara tann, at hallið á fíggjarlógini er eina hálva milliard í ár, so spurningurin er, um tað ikki er rætt at gera nakrar umstruktureringar. Nú er tað so upp til onnur at gera av, sigur John Johannessen.
Tíð heima
Hann heldur tó ikki tað var ein politiskt taktisk skeiv avgerð at skjóta upp, at tey trý sjúkrahúsini skulu hava eina leiðslu.
- Nei, tað haldi eg als ikki. Eg haldi framvegis, at vit eiga at samankoyra sjúkrahúsverkið, tí vit skulu minnast til, at vit eru bara 50.000 fólk. Vit hava trý fullkomiliga sjálvstøðug sjúkrahús, sum nærum einki hava við hvørt annað at gera, sigur John Johannessen.
Hann heldur, at tað ber ikki til í einum so lítlum landi.
- Vit hava brúk fyri at styrkja fakligheitina í heilsuverkinum, og vit hava brúk fyri at fáa so nógv burtur úr teimum pengunum, sum verða játtaðir til sjúkrahúsverkið sum yvirhøvur gjørligt, sigur John Johannessen.
Nú hann skótt leggur frá sær sum landsstýrismaður og fyribils er farin úr politikki, ætlar hann sær at brúka nakað av tíð heima.
- Nú verið eg heima í hvussu er fram til jóla og kanska eisini eftir tað, og so taki eg tað harfrá, sigur John Johannessen.