Rætt við eini kanning

Málið koyrdi allatíðina og við so nógvum ymsum vinklum, at eg haldi tað vera rætt av løgmanni at seta eina kanning í verk. Tað sigur Kristian Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, um avgerina hjá løgmanni at seta eina løgfrøðiliga kanning í gongd nú.

- Við kanningini fáa vit staðfest, um landsstýrismaðurin hevur gjørt ímóti teimum reglum grunnurin virkar undir, og tað meti eg vera týdningarmikið, staðfestir Kristian Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins í stuttari viðmerking til Sosialin.