Klaksvík:
Nógvir skúlar lýsa í hesum døgum , har tey royna at fáa ung at søkja inn á skúla til komandi skúlaár. Mangir eru hættirnir, sum nýttir verða at fanga áhugan hjá ungfólkum og øðrum, sum hava ætlanir um at røkka einari miðnámsútbúgving.
Í 1993 byrjaði ein nýggj útbúgving á Tekniska skúla í Klaksvík, sum kallaðist Hægri Tøkni. Ein teknisk studentarútbúgving, har møguleikar eru fyri at arbeiða í verkstøðum, umframt vanligu lærugreinirnar, sum eiga og skulu til.
Høgni Kastalag og Svein Rógvi Nielsen vóru tveir av næmingunum, sum gingu í fyrsta HT flokkinum á skúlanum.
Hetta var í 1993 og sum sagt fyrsta árið, at Hægri Tøkni útbúgvingin kundi takast á skúlanum.
Verkætlanir menna
Teir báðir Høgni og Svein Rógvi, sum ávíkavist eru úr Klaksvík og Havn, siga, at útbúgvingin hevur havt nógv at siga fyri teir báðar í teirra framhaldandi útbúgvingum, og eru teir tískil sannførdir um, at HT var teirra rætta val. Høgni er í dag arkitektur, og Svein Rógvi eksport-teknikkari, sum er ein útbúgving innan sølu og tænastu.
? Tað er hetta við verkætlanar og bólkaarbeiðinum, sum hevur havt ótrúliga stóran týdning fyri meg undir mínari útbúgving sum arkitektur, sigur Høgni.
Svein Rógvi nikkar samtykkjandi og leggur afturat, at somuleiðis eru umstøðurnar í Klaksvík góðar. Her hugsar hann, um ein kemur aðrastaðnis frá til Klaksvíkar at ganga í skúla.
Svein Rógvi er havnamaður og er helst best kendur innan hondbóltin. Síðani hann varð liðugur á HT hevur hann nomið sær útbúgving sum eksport-teknikkari og annars verið professionellur hondbóltsvenjari. Ítróttur hevur altíð havt sera nógv at siga fyri hann, og heldur hann, at tað var sera gott fyri hann at koma til Klaksvíkar tann tíð tað var.
? Her eru góðar umstøður fyri ítróttinum, so tað bar væl til hjá mær at hava ítriv av ymsum sløgum við síðuna av dagligu skúlagongdini. Tað var nakað, sum vigaði tungt í míni avgerð fyri at koma hendanvegin, greiðir Svein Rógvi frá.
Alt broytist
Teir báðir ásanna tó, at miðnámsskúlarnir íd ag helst allir eru nógv broyttir, síðani teir lótu dyrnar aftur á Tekniska skúla fyri seinastu ferð í 1995.
Tekniski skúlin í Klaksvík er mentur meira síðani tá. Og teir vita, at aðrir miðnámsskúlar eisini arbeiða við smærri verkætlanum gjøgnum útbúgvingarskeiðið. Tá teir báðir gingu á HT vóru tríggir verkstaðir, sum veljast kundi ímillum. Í dag eru tveir verkstaðir komnir afturat,og tað halda teir er avbera gott fyri skúlan.
Báðir siga teir, at tað góða við júst Tekniska skúla, eru nevniliga verkstaðirnir. Hetta halda teir lata upp fyri møguleikum at menna seg innan eitt ávíst øki, um ein vil tað.
? Og tað kann koma einum væl við í einari framhaldandi útbúgving, siga teir báðir Høgni Kastalag og Svein Rógvi Nielsen, sum leggja dent á, at tað ræður um at velja rætt, tá ein fer undir miðnámsútbúgving.