Danski løgmálaráðharrin Søre Pape Poulsen er í hesum døgum á vitjan hjá ríkismyndugleikunum í Føroyum og var í morgun á fundi við Aksel V. Johannesen, løgmanni.
Á fundinum teirra millum var rættargangslógin á skránni og nýtti løgmaður, sambært Løgmálaskrivstovuni, høvi at vísa á týdningin at fáa eina nýggja rættargangslóg setta í verk fyri Føroyar.
- Rættargangslógin fyri Føroyar er rættiliga afturúrsigld. Talan er ikki einans um smávegis frábrigdi, men um sera umfatandi munir á lóggávunum. Fleiri enn 200 lógarbroytingar eru gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar. Hetta er sera óheppið, tá Føroya rættur er ein samfeldur partur av tí donsku dómstólaskipanini, og fleiri dómar skulu roynast í landsrættinum og Hægstarætti, heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sambært tíðindaskrivi frá Løgmálaskrivstovuni.
Umframt at vera løgmaður, varðar Aksel V. Johannesen eisini av lógarøkinum, herundir løgregluni. Løgmaður og danski løgmálaráðharrin skiftu eisini orð um ymisk viðurskifti hjá løgregluni í Føroyum.
Danski løgmálaráðharran setti í 2017 ein arbeiðsbólk við umboðum frá Løgmansskrivstovuni, Føroya rætti, Fútanum, Føroya advokatfelagi, Fróðskaparsetrinum, ríkisumboðnum, Domstolsstyrelsen, Dommerforeningen og danska Løgmálaráðnum at gera uppskot til eina fullkomna dagføring av rættargangslógini fyri Føroyar. Arbeiðsbólkurin hevur gjøgnumgingið alla lógina, og arbeiðið er komið væl áleiðis. Væntandi verður tað liðugt fyrst í 2019.