Tað skilst, at orsøkin til psykiatarahjálpina ikki er tann, at kjakið var so hart, at onkur hevði tørv á sálarligum stuðuli. Uppskotstillarin av lógarbroytingini Finnur Helmsdal sigur við Sosialin, at orsøkin til at psykiatarin varð innkallaður, var at onkur limur í nevndini metti, at nógvir ósvaraðir spurningar vóru havdir á lofti í kjakinum í Løgtinginum. T.d. um tað at vera samkyndum er viðføtt ella eitt val. Um samkynd veruliga verða happaði í føroyska samfelagnum o.a. Finnur sigur, at hann ikki heldur, at Tórmóður Stórá hevði serliga nógvar upplýsingar at veita nevndini, Tórmóður Stórá er vísindamaður og fer tí ikki at svara tílíkum, sigur Finnur Helmsdal.