Rættarstøðan hjá menningartarnaðum

Nicolina Williamsdóttir 476 Gjógv

 

Ja, nú hendi tað endiliga. Ljós varð aftur sett á støðuna hjá soni mínum Jørgin, og eg spyrji bara! "hendir nakað nú?"

Tøkk til Oyggjatíðindi, sum var einasta blað, ið viðgjørdi málið. Eitt skulu Føroya fólk vita, og tað er at hvørt orð sum skivað er í greinini í Oyggjatíðíndi nr. ?? er satt.

 

Dan Klein hevur víst áhuga fyri okkum alla tíðina og við millumbilum nortið við málið. Hetta ímeðan tey, sum hava ábyrgd fyri øllum landsins borgarum, hava snork-sovið!! Hvar er leiðarin fyri táverðandi Andveikavernd, sum meldaði málið til løgregluna fyri 18 árum sìðani? Í mong ár hava vit hvørki sæð ella hoyrt nakað til hann. Fyri kortum vísti hann stóran áhuga fyri rættindunum hjà minnilutabólki og fekk lógina dagførda eftir stutta stund. - Alt gott um tað, men mær tykir at hann hevur gloymt tey menningartarnaðu. Sjey ár eru liðin síðani lógin varð dagførd í Danmark, men einki hendir her à landi.

Eg vil eisini takka Dánjali Højgaard úr Ùtvarpinum, fyri sýndan áhuga og Løgtingsins Umboðskvinnu fyri dygdargott arbeiði.

Livst so spyrst.