Í grein í blaðnum í gjár skrivaðu vit um avgerðina hjá Peturi Heðin á Fløtti, sum ikki vildi ímóti heitinum sum ársins venjari. Í greinin varð millum annað endurgeving frá heimasíðuni hjá Svimjisambandinum, men hetta var tó komið skeivt fyri. Viðmerkingin var endurgevin frá svimjing.com, og hendan síðan er IKKI tann hjá Svimjisambandinum. Í Svimjisambandinum siga tey annars, at tey einki hava við handanina av virðislønunum at gera, men at hetta er nakað, sum feløg og venjarar standa fyri.