Rættleiðing til løgtingsformannin

Í Dimmalætting og í Sosialinum 1. desember svarar løgtingsformaðurin Finnbogi Ísakson nøkrum spurningum frá Marjun S. Johannesen.

Í Dimmalætting og í Sosialinum 1. desember svarar løgtingsformaðurin Finnbogi Ísakson nøkrum spurningum frá Marjun S. Johannesen.

Lat meg gera vart við, at eg ætli mær ikki út í blaðkjak um nógv umrødda tosið millum politikarar viðvíkjandi hart trýsta økinum uttan fyri høvuðsstaðarøkið.

Hinvegin fari eg at koma við onkrari rættleiðing.

Løgtingsformaðurin sigur m.a. »Longu í fjør fór ein tingmaður úr øðrum valdømi enn Suðurstreymoy undir at bjóða tingmonnum úr ávísum øðrum valdømum til ein betri bita«.

Tað er ikki satt, at hetta var í fjør.

Víðari sigur løgtingsformaðurin, »var endamálið at sjóða tingmenn úr øðrum valdømum saman at arbeiða ímóti tingmonnum í Suðurstreymoy«.

Heldur ikki hetta er satt. - Tingmenn hava verið saman og tosað um, hvussu teir hart trýstu tveir triðingarnir uttanfyri høvuðsstaðarøkið kunnu lívbjarga sær framyvir. Eg havi gjørt hetta greitt bæði í útvarpspráti og í sjónvarpspráti krosskastsending, at vit ætla okkum at virka fyri føroyska samfelagnum sum heild.

Til seinast, tá løgtingsformaðurin sigur, at »Tá fjølmiðlarnir hava spurt meg um hetta umrødda mál, havi eg týðuliga gjørt vart við, at eg úttalaði meg ikki sum løgtingsformaður«. Annars sammetir hann løgtingsformanssessin við ein ella annan nevndarformanssess.

Her fer løgtingsformaðurin Finnbogi Ísaksson skeivur.

Hann er valdur í hægsta sess løgtingsins av teirri orsøk, at hann hevur langar lívsroyndir innan tinggátt og er tignarligur. Hann skal gera sær púra greitt, at hann ikki svara og liva sum løgtingsformaður ein dag, og síðani svara og liva sum vanligur tingmaður fyri Suðurstreym, og brúka hesi heiti, sum tað hóvar honum best, annan dag. - Finnbogi Ísakson, hetta letur seg í roynd og veru bara ikki gera.

Annars - sum eg byrjaði við - fari eg ikki undir núverandi viðurskiftum út í blaðkjak um hesi álvarsomu viðurskifti. Hetta skal standa sína roynd.

Virðingarmest

Jógvan við Keldu

løgtingsmaður