Suni Merkistein
---
Nú um dagarnar gav Klaksvíkar Ítróttarfelag út 2. bind í nýggjari bókarøð um KÍ-søguna. Bókin, sum Árni Dahl hevur skrivað, fevnir um tjúgu ára skeiðið frá 1955 til 1974. Eg settist um vikuskiftið at blaða í hesari bók, men komin fram á síðu 299, hvakk eg við. Har verður heilt stutt staðfest, at tað í føroyskari sjónvarpssending, sum eg sjálvurannar í 2011 gjørdi um sonevnda 66-liðið hjá KÍ, verða borin fram ósannindi um týðandi fótbóltsdyst í Klaksvík.
Av tí at høvundurin í nýggjum almennum søguriti av órøttum og uttan nakra grundgeving sáar iva um trúvirðið í mínum arbeiði, kenni eg meg noyddan til alment at vísa aftur hesari púra ógrundaðu og haldleysu skuldseting.
Tikin fram til umrøðu á síðu 299 í nýggju KÍ-bókini er hin tiltikni tilburðurin í hinum avgerandi dystinum millum KÍ og HB um føroyameistaraheitið 1971. KÍ var á odda 1-0 og hevði um miðjan fyrra hálvleik bóltin í málinum til 2-0, men dómari og linjuverji kolldømdu málið. Hendingin hevur við jøvnum millumbili malið upp aftur og elvt til kjak, tí kanska bar hon í sær, at KÍ vann ikki sætta FM-heitið á rað í meistaradeildini.
Tá ið eg saman við upptøkumanninum Høgna Jacobsen á sumri 2011 fór undir at gera eina sjónvarpssending um KÍ-liðið, sum hevði so góð úrslit árini frá 1966 til 1972, eydnaðist at útvega forvitnisligar filmsupptøkur frá dystum hjá KÍ hesi árini. Størsti fongurin var óivað filmsupptøkan hjá Milson Zachariassen frá áðurnevnda dysti í Klaksvík 29. august 1971. Í alt mundu einir tjúgu minuttir frá hesum dysti verða tiknir upp.
Undir arbeiðinum til hesa sending, varnaðust vit, at alt uppspælið til kolldømda KÍ-málið er við á hesari upptøku. Samanbresturin millum KÍ-spælara og HB-málmannin, sum fekk dómara og linjuverja at ógilda málið, er við, men bólturin sæst kortini ikki fara í mál, tí upptøkumaðurin sløkkir í somu stund, at bólturin støkkur niður í vøllin beint fyri málinum. Upptøkumaðurin noyddist rímiligt at taka upp í smáum, hann hevði ikki gjørt seg út til at filma allan dystin, av tí sama hevur hann heldur ikki gáað stórvegis um støðurnar í spælinum, tí viðhvørt sæst fínt álop verða bygt upp heilt frá grundini, men tá ið skotið á málið skal koma, verður sløkt. Eitt dømi er kolldømda KÍ-málið í 26. minutti í fyrra hálvleiki, sum vit fingu føroyska altjóða fótbóltsdómaran, Petur Reinert, at meta um.
Fyri at tryggja okkum, at vit ikki fóru skeivir, men at talan veruliga var um áðurnevndu støðu í fyrra hálvleiki, høvdu vit útvarpsfrásøgnina frá dystinum at styðja okkum til. Í frásøgn frá dystinum í ítróttarteigi í Dimmalætting 2. september 1971, sum Árni Dahl sjálvur hevur skrivað, stendur, at dómarin kolldømir mál hjá KÍ í 26. minutti í fyrra hálvleiki. Tað er í neyvum samsvari við útvarpsfrásøgnina frá dystinum. So var at fara at bera saman filmsupptøkuna og útvarpsfrásøgnina. Og her passar alt sum fótur í hosu. Tann ungi Jógvan Arge útvarpar nágreiniliga tað, sum myndirnar vísa frá uppspælinum.
Eg havi gjørt mær tann ómak at endurgeva orð fyri orð tað, sum útvarpsfrásøgumaðurin sigur um uppspælið til kolldømda málið. Í sjónvarpssendingini um 66-liðið, sum síggjast kann á heimasíðu Kringvarpsins, sæst eisini uppspælið til umstrídda málið. Útvarpsfrásøgnin er heldur veik undir myndunum, men nú kann hvør tann, ið leggur í, sjálvur eftirkanna hvussu mynd og frásøgn samsvara. Í upprunaligu filmsupptøkuni er brotið undan kolldømda málinum heldur longri enn í sendingini. Í sendingini sæst nevnda filmsbrot í sekvensinum frá 26:11 til 26:23. Í upprunaligu filmsupptøkuni sæst eisini hornasparkið frá 25:18 í útvarpsfrásøgnini.
Her er útvarpsfrásøgnin frá umrødda broti nágreiniliga avskrivað frá 25.- til 26. minutt:
25:18 - 26:13
ÚF-frásøgn: Tað er Jóannes, sum skal taka hornasparkið...hann tekur tað við høgra beini...kemur nú...høgt innfyri...skrúvar nær málinum...har loypa teir upp og heada...hann fer út frá í fyrstu atløgu...so headar Egga bóltin longur út frá...hann fer til Heðin...Heðin...
(Her byrjar sekvensurin í sjónvarpssendingini á 26:11).
ÚF-frásøgn:...fintar Egga øgiliga væl og fer so inn fyri miðjuni...avleverar til John Sigurð í høgru síðu...John Sigurð fer inn í brotsteigin...
(viðm: John Sigurð hevur kós á brotsteigin, men kemur ikki longur enn inn í hálvmánan, tí hann sneiðir brádliga til vinstru.)
ÚF-frásøgn:...og sleppur forbí tann fyrsta HB-aran...og so takklar Eiler hann...
(viðm: frásøgumismæli; tað er EIRIK Rasmussen, sum takklar - Eiler spældi við KÍ).
ÚF-frásøgn:...hann sleppur út frá við bóltinum...so ein annar...lyftir hann høgt inn í brotsteigin hjá HB...og hann...
(myndasekvensurin í sjónvarpssendingini endar á 26:23).
ÚF-frásøgn:... støkkur inn í málið (25:45)...2-0 til KÍ...klossarí av HB (25:50)......dómarin annullerar málið (25:55)...dómarin annullerar málið (26:04)... framvegis 1-0...framvegis 1-0 til KÍ...annars høvdu teir bóltin í netinum nú, eg veit ikki hví dómarin hevur annullerað tað, men tað hevur hann so gjørt...og KÍ er í álopi...(26:13).
Eg veit ikki, um Árni Dahl heldur, at henda støðan skal vera komin fyri tvær ferðir í fyrra hálvleiki, ella at eg skal vera farin skeivur av endurgivnu støðuni í sendingini og aðrari meinlíkari støðu í fyrra hálvleiki? Eg havi lurtað eftir útvarpsfrásøgnini frá øllum fyrra hálvleiki, og har er eingin onnur støða, sum minnir um hesa.
Og eg kann vissa um, at filmsupptøkan frá dystinum er í rættari tíðarrøð, tí stutt fyri umstrídda tilburðin í 26. minutti sæst uppspælið til góða málmøguleikan hjá Eiler Jacobsen í 24. minutti (frálík sending frá John Sigurði, men upptøkan avkvett beint fyri sjálvt skotið, og tí var sekvensurin ikki brúktur í sendingini), og í 25. minutti endar gott KÍ-álop við fínari skotroynd frá Jóannes Jacobsen, sum Kári Thorsteinsson fær jústað uppum málið. Hesir báðir málmøguleikar hjá KÍ verða eisini nevndir í frásøgn frá dystinum í Dimmalætting 2. september 1971 at hava verið í 24.- og 25. minutti. Annars staðfestir Árni Dahl sjálvur í Dimmalætting 2. september 1971, at Steinbjørn Jacobsen heilt greitt ger fríspark móti Kára Thorsteinsson í 26. minutti í fyrra hálvleiki, og at avgerðin hjá dómara og linjuverja at kolldøma málið var røtt.
Eg veit ikki, um tað er ein heilt onnur støða úr sendingini um 66-liðið, sum hevur ørkymlað Árna Dahl so, at hann hevur misskilt alt. Eg hugsi um brotið frá 24:57 til 25:12. Her er dømi um dramafiktión, sum er púra vanlig í sjónvarpsdokumentarismu. Tú tekur eitt brot einastaðni og setur tað í annan samanhang fyri at styrkja upplivingina. Til tess at lýsa ónøgdina um kolldømda málið, sum hevur valdað í so nógv ár, funnu vit eitt annað filmsbrot úr seinna hálvleiki, tá ið spælarar á báðum liðum keglast sínamillum og við dómaran.
Við hesum manaðu vit fram eina illusjón um eina spenta støðu og ein tvídrátt, sum eftirtíðin í veruleikanum hevur skapt, tí á vøllinum var í roynd og veru einki rok um kolldømda málið. Tað er útvarpsfrásøgnin fullgott prógv um, tí minni enn ein hálvur minuttur gongur frá tí at málið verður kolldømt til spælið verður uppafturtikið. Tann árvakni hyggjarin sær, at brotið frá 24:57 til 25:12 í sendingini er tikið úr seinna hálvleiki og ikki fyrra hálvleiki, tá ið málið verður kolldømt. Hetta varð gjørt heilt tilvitað. Men í tí heilt ítøkiliga døminum við uppspælinum til kolldømda málið er einki hokus pokus - tær upptøkurnar eru sjálvsagt púra autentiskar.
Eg havi fingið okkurt prik frá klaksvíkingum um, at myndirnar, ið vístar verða í sendingini frá tilburðinum, eru ikki tær røttu, men tað havi eg ikki tikið fyri annað enn skemt, men nú skilji eg á lagnum, at tað eru teir, sum í fullum álvara vilja halda, at eg eri farin lætt um sannleikan. Hví Árni Dahl ikki ber hetta upp á mál við meg, áðrenn hann í einum almennum søguriti so avgjørdur ger sína bráðu niðurstøðu um mítt arbeiði við einari sjónvarpssending, er mær ein gáta. Eg havi enntá sitið væl inni hjá honum úti í Bóndabrekku eftir at henda sending hevur verið víst, men ikki eitt orð gretti hann tá við meg um hetta.
Nú havi eg so lagt alt tilfarið í málinum á borðið - kanska Árni Dahl afturímóti kann upplýsa mær, hvat útsøgn hansara niðanfyri, sum tikin er av síðu 299 í nýggju KÍ-bókini, er grundað á:
Heilt vist er tað, at tann støðan, ið víst varð á heysti 2011 í sjónvarpssendingini um 66-liðið, ikki varð umrødda støða beint undan kolldømingini.
Ynski annars Árna og KÍ tillukku við bókini.