Ræðuligt at bíða

Bara seks minuttir eftir steðgin fekk Lars Black hjá Kyndli reytt kort frá dómarunum

Men hóast hetta ikki hóvaði málverjanum, so tóktist hann merkisvert róligur, tá vit fingu orð á hann, beint sum hann kom av vøllinum.

 

- Hetta var ikki tað, sum eg ætlaði. Tað er so heilt sikkurt.

Men tá tú sum málverji kemur út eitt hálvt sekund ov seint, so er tað bara ein vegur?

- Ja. Eitt hávlt sekund ov seint ella ov tíðliga. Tað kann altíð ganga galið. Eg veit ikki eingongd, um tað var rætt dømt. Tað má eg síggja á video, áðrenn eg sigi nakað sum helst. Men dómararnir hava dømt, og so er ikki meira at gera.

Og nú er tín leiklutur av í dystinum. Hvussu verður at hyggja seinastu 24 minuttirnar.

- Tað verður ræðuligt. Eg havi bestan hug at pakka saman og fara út í gongina. Men eg veit ikki. Eg má so royna at heppa á hinar, helt Lars Black, meðan lagið enn var í botni. Hálvan tíma seinni mundi tað mesta tó vera gloymt!