Grønlendska Ferðaráðið stendur rættiliga fyri skotum í hesum døgum eftir at ein arbeiðsbólkur, sum hevur kannað ferðavinnuna í Grønlandi, er komin fram til, at langt er millum tað, sum Greenland Tourism sigur og vísir á og hvør veruleikin er. Greenland Tourism hevur nevniliga sagt, at 1500 ársverk eru í grønlendsku ferðavinnuni, at ferðafólkini, ið koma til Grønlands brúka slakar 10.000 krónur hvør og harvið geva grønlendska samfelagnum uml. 100 mill. kr. í inntøku. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er ein heilt onnur. Talan er ikki um 1500 ársverk, men um 220, og hvørt ferðafólk brúkar ikki í nær námind so nógvar pengar sum Grønlendska Ferðaráðið vil vera við. Tað sum ger støðuna ikki minni eldfima er, at Peter Grønvold Samuelsen, ið er landsstýrismaður í ferðavinnumálum, í frágreiðing sínari til Landstingið sipar til tølini hjá Greenland Tourism - fyri at fáa politikararnar at játta pengar til stovnin.
Grønlendska Ferðaráðið hevur eftir øllum at døma í ovfarakæti mett, at 61.000 ferðafólk fara at vitja í Grønlandi ár 2005 og at 2000 ársverk umframt 1500 onnur størv vera í ferðavinnuni tá. Og hóast hesi tøl eru endurskoðað eitt sindur í seinastuni, bæði av Grønlendska Ferðaráðnum og landsstýrismanninum í ferðavinnumálum og freistin skotin eitt sindur út í framtíðina, vísir henda heldur pínliga støðan, at Greenland Tourism vreingir veruleikan ikki sørt og at metingarnar hjá stovninum byggja á gitingar og dreymar heldur enn veruleikan.
Ber til at samanbera?
Í oddagrein í blaðnum í gjár verður spurningurin reistur, um vit kunnu samanbera viðurskiftini í Grønlandi og Føroyum, tá ið tað ræður um ferðavinnu. Londini eru í nógvum viðurskiftum rættiliga ólík, men samstarva nógv innan ferðavinnu og hava bæði hvør í sínum lagi mál tey hava sett sær at røkka næstu árini.
Til henda spurningin sigur Annika Wardum Joensen, stjóri í Ferðaráð Føroya, at tað ber til at samanbera á nøkrum økjum, men at grundleggjandi munir eru í Grønlandi enn í Føroyum.
- Grønlendingar hava ferðasambandið til og úr Grønlandi, men størsti trupulleikin hjá teimum er at fáa ferðafólkini frá størsta flogvøllinum víðari út um landið. Og her er støðan ein heilt onnur í Føroyum. Vit hava eitt gott samferðslukervi og tað er bara spurningurin um at brúka møguleikarnar sum eru, sigur Annika Wardum Joensen.
- Ein annar týðiligur munur á ferðavinnuni í Grønlandi og Føroyum er, at tað almenna hevur gjørt øgiliga stórar íløgur í ferðavinnu í Grønlandi. Tey hava ein grunn við fleiri hundrað mill. krónur, sum er ætlaður til at rinda kostnaðin til hotellbygging, skipan av útferðum, o.a. Soleiðis er ikki í Føroyum, almenna íløgan er ótrúliga lítil samanborið við Grønland. Ferðaráð Føroya hevur alt tað eg veit um mælt frá at gera stórar íløgur í ferðavinnu, men heldur hinvegin mælt til at troyta møguleikarnar sum eru. At hava almenn toilett til dømis er ikki ein uppgáva hjá tí almenna, men hjá einstøku kommununum, ikki serliga til ferðafólk, men til føroyingar.
- Somuleiðis er eisini munur í Grønlandi og Føroyum, tá ið tað snýr seg um, hvar markið er millum tað almenna og privata. Í Føroyum hevur Ferðaráðið sínar uppgávur og við hvørt er tað trupult at síggja, hvønn leiklut tað almenna hevur og hvønn leiklut tað privata hevur. Ferðaráðið hevur til uppgávu at kunna um Føroyar, menna vinnuna og fáa fólk til landið, og tað gera vit saman við vinnuni, kommununum og øðrum. Vit kappast ikki við tað privata á nøkrum øki yvirhøvur. Í Grønlandi er øðrvísi, har eru tað privata og almenna hvørt um annað og tað hevur verið neyðugt fyri at fáa eina ferðavinnu í gongd, sigur Annika Wardum Joensen.
Virði heldur enn tøl
Í kjakinum í Grønlandi, sum er komið í kjalarvørrinum á umrødda áliti frá arbeiðsbólkinum, hava nógv heft seg við tølini, ið hava verið nevnd, tal á væntaðum ferðafólki, hvussu nógv ársverk eru í vinnuni, hvussu nógv ferðafólk leggja eftir seg í pengum og hvørt av sínum. Men hesi tøl eru als ikki so áhugaverd, sigur stjórin í Ferðaráð Føroya.
- Ofta eru tøl, tað einasta sum fjølmiðlarnir lofta og hefta seg við. Ferðaráðið finnur ikki av einslistum fram til, hvussu nógv ársverk eru í ferðavinnuni, tað ger vinnan sjálv. Hvussu nógv ársverk eru í føroysku vinnuni, veit eg ikki, og tað er heldur ikki so áhugavert. Hinvegin tað sum er áhugavert er góðskan á tí, sum verður gjørt, og virðini, sum ferðavinnan beinleiðis og óbeinleiðis er við til at skapa. Vit fáa íblástur útifrá, og møguleikan at síggja okkum sjálv í einum øðrum ljósi. Vit fáa handilssambond, vinabond, og ikki minst inntøkur, sigur Annika Wardum Joensen.
Felagstrupulleiki
Einasta eyðkennið, ið grønlendska og føroyska ferðavinnan eru í felag um, er høvuðsmálbólkurin hjá vinnuni, hesi 40-60 ára gomlu, sum hava ein serligan áhuga í náttúru og mentan og sum eru sinnað at brúka eitt sindur av pengum á ferðini.
At tað er trupult at máta ferðavinnu er ikki eindømi í Grønlandi.
- Tann trupulleikan kenna øll lond til. Og har tað verður gjørt hoyrast altíð atfinningarsamar røddir, sigur Annika Wardum Joensen.
Og atfinningarsamar røddir mótvegis ferðavinnuni eru ikki sjáldsamar í Føroyum.
- Føroyingar hava øgiliga ilt við at trúgva uppá, at tað loysir seg at arbeiða við ferðavinnu. Vit kundu snarað tí eitt sindur á og spyrja, hví vit ikki eru líka atfinningarsom mótvegis øðrum sum gongur fyri seg í Føroyum. Tað er harmiligt, at vit drepa okkum sjálv við fordómum í staðin fyri at hyggja eftir, hvat vit kunnu fáa burturúr. Sum er trúgva føroyingar als ikki uppá, at tað nyttar nakað. Men útlendskt ferðafólk og tíðindafólk, ið koma henda vegin eru bergtikin av Føroyum og føroyingum. Vit eru tey einastu, sum ikki trúgva uppá okkum sjálv.
- Hugburðurin er kortini broyttur nógv seinastu fáu árini. Fyri heilt fáum árum síðani hoyrdist javnan, at vit hava einki at bjóða, men nú hava vit fingið størri álit á okkum sjálv og duga at síggja og virðismeta tað vit gera betri, sigur Annika Wardum Joensen at enda í viðtali.