Ræðustýrið í rættinum

30 ár aftan á ræðustýrið hjá Reyðu Khmerunum í Kambodja koma nakrir av teimum ovastu leiðarunum loksins fyri rættin. Har skulu teir standa til svars fyri gerðir, sum kostaðu 1,7 millión fólkum lívið og milliónum av øðrum líðingar av hungri, sjúkum og píning

Kambodja

 

 

Dagurin í dag er søguligur í Kambodja, tí í dag byrjaði tað fyrsta rættarmálið ímóti einum av leiðarunum í tí illa gitna stýrinum hjá Reyðu Khmerunum, sum sótu við valdið í Kambodja í seinnu helvt av sjeytiárunum. 30 ár aftan á fallið eru fimm av leiðarunum stevndir fyri rættin. Tann fyrsti, Kaing Guek Eav, kom fyri rættin í dag. Hann var leiðari í tí størsta píningarfongslinum hjá hjá ræðustýrinum.

Í hálvtfjórða ár frá 1975 til 1979 plágaðu og píndu hann og felagar hansara tað kambodiska fólkið. Hesi árini lótu 1,7 millión kambodiumenn lív ella meiri enn ein fimtapartur av fólkinum.Tey doyðu í hungri, av sjúku, í arbeiðslegum og av píning. Tey hepnu vórðu sett upp í røðir og avrættað.

 

Aftur "Ár null"

Tær flestu frásagnirnar um ræðustýri sum tað í Kambodja snúgva seg um ágang ímóti ávísum fólkasløgum ella ættarbólkum sum eitt nú í Rwanda og á Balkan-nesinum, men soleiðis var ikki í Kambodja. Her var ikki talan um etniska útreinskan. Kambodiumenn myrdu kambodiumenn.

Nakrir fáir hugmyndafrøðingar við Pol Pot sum leiðara fingi tað sjúkliga hugskot at flyta Kambodja aftur til byrjanina - aftur til "Ár null". Teir ímyndaðu sær eitt ævintýrsamfelag, sum bygdi sína tilveru á landbúnaðin uttan korrupta útbúgving, pengar, átrúnað og óneyðugar menniskjaligar kenslur. Skipanin ráddi og stýrdi øllum og beindi fyri teimum, sum tað vildi hava av vegnum. Serliga listafólk, lærd og lærarar fingu eina harða viðferð.

Tann rættarliga uppgerðin við ræðustýrið, sum er byrjað í dag, er úrslitið av áralongum fyrireikingum og rannsóknum. Men fyrireikingarnar hava verið truplar, tí roynt hevur verið at forða teimum. Tær hava verið merktar av politiskum ráðagerðum, skuldsetingum um svik, fíggjarligum trupulleikum og tingingum millum landsins forsætisráðharra, Hun Sen, og um boð fyri ST. Tí søgan livir enn í Kambodja. Týðandi limir og leiðarar hjá Reyðu Khmerunum sita enn tann dag í dag í leiðandi embætum í kambodisku stjórnini. Hun Sen er sjálvur ein av teimum.

 

Jarða søguna

Í 1998, sama árið sum Pol Pot doyði, kunngjørdi Hun Sen, at tað kambodiska fólkið átti at grava eitt djúpt hol og at jarða søguna í tí. Hann fekk ikki sín vilja, og seinni mátti hann góðtaka, at teir flestu av teimum gomlu leiðarunum hjá reyðu khmerunum verða drignir til svars fyri tað, teir hava gjørt.

Bien er millum teirra, sum ikki vilja gloyma tað, sum hendi. Sjálvur minnist hann ikki tað, sum hendi, tí hann var bara eitt ár taá. Men mamman hevur sagt honum frá tí. Tað var eisini hon, sum bjargaði lívi hansara tann dagin, ein av leiðarunum hjá reyðu khmerunum skuldi sláa hann við einum stavi. Khmerarnir høvdu sent boð eftir bygdarfólkinum á fund. Undir fundinum fór Bien at gráta, og tá mamman ikki fekk hann at tagna, skuldi ein av leiðarunum sláa hann við stavinum. Men tá gjørdi mamman tað, sum ikki var loyvt. Hon tók tann lítla drongin og fór av fundinum. Tí er Bien á lívi í dag.

-Eg haldi ikki, at vit fáa rættvísi. Pol Pot er deyður, og fleiri av teimum, sum hava nakað at siga í Kambodja í dag, vóru við í Reyðu Khmerunum. Teir royna bara at draga rættarmálið út, so teir seku skulu doyggja av elli, áðrenn málini koma nakran veg, sigur Bien við Aftenposten.

____________________________________________________________

Hetta er ikki bara eitt brotsverk ímóti fólkinum í Kambodja, men ímóti allari mannaættini (Youk Chang, stjóri á kambodiska khmer-skjalasavninum)

_____________________________________________________________

 

Ov seint

Tann fyrsti av khmer-leiðarunum, sum skal svara fyri seg, er tann nú 66 ára gamli Kaning Guek Eav. Í Kambodja er hann betur kendur undir navninum Duch og sum ovasti fyri tí ringasta píningarstaðnum og fongslinum hjá Reyðu Khmerunum. Men nógvir kambodjanar halda, at rættarmálið kemur ov seint, og at ov fáir av leiðarunum eru ákærdir. Harafturat halda fleiri, at tað verður torført at prógva allar ákærurnar ímóti teimum.

Meiningakanningar hava víst, at ein triðingur av kambodiska fólkinum ivast í, hvussu rættvísur og óheftur dómstólurin er. Hetta kemst helst av, at nakrir av dómarunum eru kambodjanar, og tað er ein sannroynd, at dómararnir í Kambodja taka fegnir ímóti samsýning fyri at gera onkrum til vildar. Harafturat halda fleiri, at dómararnir gera, sum forsætisráðharrin sigur.

Men hóast hesa óvissu og gitingarnar siga 80 prosent av fólkinum, sum tey styðja rættin.

 

Prógv

Eitt eru øll á einum máli um, og tað er, at uttan arbeiðið hjá tí serliga khmer-skjalasavninum og leiðara tess, Youk Chhang, vóru teir gomlu leiðararnir ongantíð komnir fyri rættin.

-Hetta er ikki bara ein brotsgerð ímóti fólkinum í Kambodja, men ímóti allari mannaættini. Og so er hetta bara byrjanin, men tað er umráðandi, at vit byrja einastaðni. Vit hava bíðað í so mong ár, og nú viðgerðin loksins kann byrja, hevur tað stóran týdning fyri søgu okkara, soleriðis at vit kunnu leggja hetta aftur um okkum og hyggja frameftir, sigurYouk Chhang við Aftenposten.

Tey mongu skjølini, sum eru funnin fram til rættarmálini, eru goymd í skottryggum og eldtryggum skápum, og vápnaðir menn standa á varðhaldi uppi yvir teimum alt samdøgrið.

-Hvussu tað byrjaði? Eg var illur og vildi hava hevnd, sigur Youk Chhang.

 

Systirin kruvd

Hann var 14 ára gamal, tá Reyðu Khmerarnir tóku hann og noyddu hann at arbeiða á markini. Hann hentaði soppar, sum vuksu uttan fyri heimbygdina, so tann svanga systirin, sum var við barn, kundi fáa okkurt at eta. Tað kostaði honum fongsul í fleiri vikur. Systirin bleiv seinnio tikin og ákærd fyri at hava stolið rís. Tá hon bleiv funnin aftur, var hon kruvd.

-Hevði eg møtt manninum, sum var leiðari í bygd okkara, hevði eg gjørt av við hann, sigur Chhang. Tað hendi ikki. Ístaðin hevur hann tey seinastu mongu árini fingið innlit í, hvussu Reyðu Khmerarnir arbeiddu.

-Hetta hevur verið torført hjá kambodiska samfelagnum - eisini hjá leiðarunum í Reyðu Khmerunum, sum fóru upp í rørsluna, og sum hildu, at teir gjørdu ikki annað enn tað, sum teir fingu boð um. Eingin skilti, hvussu mong fólk blivu fyribeind, sigur Chhang, sum hevur fingið fíggjarligan stuðul úr USA og Svøríki til sítt kanningararbeiði.

Sárini í Kambodja eru ikki lekt. Hvønn dag vitja fólk minnisvarðan við hópgravirnar í Choeung Ek, har fleiri hyllar við mannaskøltum bera boð um tey 8.995 líkini, sum blivu grivin upp úr moldini har. Tey flestu, sum vitja staðið, vilja hava gongd á rættarmálið sum skjótast.

_____________________________________________________________

Hetta snýr seg um landsins og fólksins framtíð, og hvat vit kunnu endurskapa av samfelagnum (Youk Chhang)

_____________________________________________________________

Reyðu Khmerarnir hildu, at tað var ov dýrt at keypa kúlur til byrsurnar, og so kostaðu tær eisini vesturlendskt gjaldoyra. Tí valdu teir heldur at brúka tað, sum teir høvdu, og tað týdningarmesta var, at tað bleiv gjørt stillisliga, skjótt og bíligt. Tær flestu avrættingarnar vóru um náttina. Enn dag í dag ber til at síggja klædnaleivdir hjá teimum avrættaðu stinga upp úr moldini.

Peter Maguire, sum hevur skrivað bókina Facing Death in Cambodia, hevur illgruna um, at Hun Sen, forsætisráðharri, hevur lagt eina ætlan um, at bara Kaing Guek Eav ella Duch skal koma fyri rættin. Vón forsætisráðharrans er so, at hinir ákærdu, sum eru millum 77 og 83 ár, fara at doyggja av elli ella sjúku, áðrenn teir kunnu koma fyri rættin.

 

Nú er tað framtíðin

Aðrir serfrøðingar vænta, at tað fer at eydnast altjóða dómstólinum at loysa seg úr haftinum hjá kambodjansku stjórnini og á tann hátt prógva fyri fólkinum, at løgfrøði og rættvísi eisini kunnu virka í Kambodja.

-Vit hava ikki tíð til at kjakast um, hví tað hevur tikið so langa tíð at fáa málini í rættin. Nú snýr tað seg um framtíðina hjá landi og fólki, og hvat vit kunnu endurskapa av tí gamla samfelagnum, sigur Youk Chhang við Aftenposten.

(Kelda: Aftenposten)

 

__________________________________________________________________

SKJALPRÓGVAÐUR

ÓNDSKAPUR

Tey, sum hava leitað eftir prógvum ímóti fyrrverandi leiðarunum hjá Reyðu Khmerunum, hava funnið ein hóp av skrivtligum tilfari. Sannleikin er, at ræðustýrið legði sera stóran dent á at kunna prógva, hvussu nógv tað fekk frá hondini. Eitt, sum hevði stóran týdning í hesum høpi, var at vísa, hvussu mong fólk vóru pínd og myrd. Umframt tað rúgvusmikla skjalatilfarið hevur ákæruvaldið tað, sum 10.000 limir í Reyðu Khmerunum hava sagt, tá teir blæivu avhoyrdir.

Avgjørt er at leggja sak ímóti teimum fimm av teimum ovastu leiðarunum, sum framvegis eru á lívi. Men fleiri aðrir limir í Reyðu Khmerunum eru sekir í ymsum brotsverkum, og dómstólurin hevur fingið umleið 2.000 áheitanir frá fólki, sum vilja hava dómstólin at reisa ákæru ímóti øllum teimum seku. Verða hesi rættarmálini reist, verða tey viðgjørd í tí kambodjanska rættarverkinum.

___________________________________________________________________

 

 

 

 

 

-___________________________________________________________________________

 

FAKTA UM

RÆTTARMÁLIÐ

Í 1975 tók tann maoistiska rørslan Reyðu Khmerarnir (Khmer Rouge) valdið í landinum.

Ágangurin ímóti teimum, sum høvdu aðra hugsan enn rørslan, var ógvusligur. Mong vórðu send í arbeiðslegur, og píning, avrættingar og hópmorð vóru gerandiskostur tey næstu árini.

Málið hjá Reyðu Khmerunum var at skipa Kambodja sum eitt landbúnaðarsamfelag uttan minstu ávirkan úr Vesturheiminum.

Í 1997 bað kambodjanska stjórnin ST skipa ein dómstól, sum skuldi staðfesta, um leiðararbir hjá Reyðu Khmerunum vóru sekir í fólkamorði.

Í 2005 játtaði ST at skipa dómstólin, sum er mannaður við kambodjanskum og útlendskum dómarum. Tílíkt samstarv er ikki roynt fyrr. Almenna heitið á dómstólinum er Extraordinary Chambers in the Courts of Cambodia (ECCC).

Dómstólurin skal bara taka sær av málum ímóti teimum týdningarmestu leiðarunum hjá Reyðu Khmerunum. Í fyrsta umfari eru fimm fyrrverandi leiðarar, fýra menn og ein kvinna, ákærd. Dómstólurin skal ikki taka upp mál ímóti leiðarum, sum eru deyðir.

Tey ákærdu kunnu fáa lívlanga fongsulsrevsing. Tey kunnu ikki dømast til deyða.

Tann fyrsti, sum skal svara fyri seg, er Kaing Guek Eav, sum var ovasti fyri tí ringasta píningarfongslinum hjá Khmer-stýrinum

Hinir fýra ákærdu eru Khieu Samphan, sum leingi myndaði Khmer-stýrið, Ieng Sary, sum var uttanríkisráðharri, kona hansara Khieu Thirith, sum var almannamálaráðharri, og Nuon Chea, sum var fremsti hugmyndafrøðingurin hjá Reyðu Khmerunum.