Úr vandaøki at søkja heilsubót

Í hesum døgum eru børn úr Tjernobyl í Føroyum. Børnini eru úr Ukraina og hava verið úti fyri geislavirknari stráling. Børn úr økinum eru á vitjan í Danmark, Noreg, Svøríki og Føroyum, og endamálið er at menna børnini sálarliga og likamliga. Skandinavinska Barnamissiónin skipar fyri tiltakinum

Dagfinn Olsen


Í Føroyum halda børnini til í Klaksvík og í Vági. Endamálið er at fáa børnini burtur úr geislavirknum økjum, so til ber at menna tey likamliga. Í blaðnum ?Det Öppna Hjartat?, ið Skandinaviska Heimamissiónin gevur út, verður greitt frá, at strálingin virkar nakað á sama hátt, sum HIV. Immunskipanin verður brotin niður, og ymsar sjúkur gera seg galdandi. Um einki verður gjørt, er deyðin vísur.

Víðari verður sagt, at við at taka børnini úr vandaøki eina tíð, og við at geva teimum góðan mat og fríska luft, ber til at reinsa magar teirra og immunskipanin verður endurbygd. Tá børnini koma heim, kenna foreldur teirra næstan ikki børnini aftur. Eitt er, at tey eru í nýggjum klæðum, men tey eru eisini glað.

Heima eiga tey næstan einki og peningur er eingin.


Sjálvboðin hjálp

Allastaðir eru fólk vinarlig og til reiðar at hjálpa, siga tey, ið taka sær av børnunum í Føroyum. Í Vagi eru 11 børn og ein tolkur og eini 10 børn eru í Klaksvík.

Í Vági búgva Børnini í Sion. Tey svimja hvønn dag og eisini er tannrøkt og hárrøkt á skránni.

Alt er grundað á sjálvbodna hjálp og fólk og fyritøkur eru sera blíð og stuðla væl. Syrgt er fyri, at børnini hvønn dag fáa døgurða á Hotel Bakkanum í Vági. Eisini vitja børnini heima hjá familjum.

Pláss er sjálvandi eisini fyri frítíðarvirksemi. Dreingirnir eru sera glaðir fyri fótbólt og genturnar spæla m.a. við dukkur.


Útferð

Børnini hava fingið klæðir o.a. Eisini eru tey mong upplivilsi ríkari. Tey hava verið busstúr og eisini hava tey verið útferð við báti. Hetta er serstøk hending, tá ein ikki er vanur við hav. Børnini eru eisini boðin inn á Selatrað at vitja skótarnar har. Børnini fara avstað aftur 25. juli.

Lesið eisini í morgin samrøðu við Bo Wallenberg, leiðara í Skandinavisku Barnamissiónini.