Rætting til Dag og Viku: MBÚ er eitt heiti og gevur nógvar møguleikar

Í Degi og Viku hin 13.mars bórust tíðindi, at útbúgvingin Marknaðarførslubúskapur (MBÚ) ikki gevur nakað heiti, og ikki gevur møguleika til víðari lestur. Hettar eru ósonn tíðindi.

 

Føroyska MBÚ útbúgvingin tekur 2 ár fulla tíð á hægri stigi og gevur altjóða heitið AP Degree in Marketing Management (Markedsføringsøkonom). Hettar er staðfest í kunngerð og námsskipan, sum Glasir undirvísir eftir, eins og øll yrkisakademiini í Danmark gera tað.

 

Glasir samstarvar við útlendskar lærustovnar um útbúgvingina, og kann skjalfesta, at útbúgvingin í Føroyum gevur somu møguleikar fyri víðari lestri, sum í Danmark. Hettar er galdandi fyri allar hægri útbúgvingar á Glasi.

 

Við MBÚ prógvi, hevur tú møguleika at halda fram á Glasi á útbúgvingini Innovatión og íverksetan og fáa heitið Professións Bachelor. Eisini kanst tú lesa  HD og DLÚ (hesar krevja tó ávísar starvsroyndir afturat). Í Danmark eru fleiri aðrir møguleikar at halda fram í 1½ og fáa heitið Professións Bachelor, til dømis innan Altjóða Handil og Marknaðarførslu. MBÚ gevur somuleiðis 1½ ára avriksflutning á HA hjá Århus Universiteti, sum er ein akademisk bachelorútbúgving. Glasir ynskir somuleiðis at finna loysnir saman við Fróðskaparsetrinum í sambandi við búskaparútbúgvingina har.

 

Einastu sonnu tíðindini í innslagnum í Degi og Viku vóru, at útbúgvingin Altjóða Handil og Marknaðarførsla ikki verður boðin út í Føroyum í løtuni, men at Glasir fegin ger tað, um politiskur vilji er til tess.

 

Í summar fer Glasir at bjóða út Marknaðarførslubúskap, Framleiðslutøkni og Byggifrøði, umframt Innovatión og íverksetan. Altjóða Handil og Marknaðarførsla, sum lesandi hava umbiðið, verður einans boðin út um og tá politiski myndugleikin veitir loyvi og játtan til tess. Hesum bíða Glasir og vinnan og ikki minst, tey lesandi eftir í løtuni