Ragnar C. Joensen 20 ár í SVF

15. juli hevði Ragnar C. Joensen í Havn 20 ára starvsdag í SvF.

Ragnar er havnarmaður, foreldrini vóru Helena, f. Isaksen, og Conrad Joensen í Havn. Hann er útbúgvin radiomekanikari og arbeiddi í mong ár á samskiftisdeildini hjá Telefonverki Føroya Løgtings.
15. juli 1983 bleiv hann settur í starv hjá Sjónvarpi Føroya, og var hann ein av teimum, sum varð settur at leggja lunnar undir stovnin og varð tekniskur leiðari í mong ár . Í dag er hann leiðari á samvirkisdeildini hjá SVF.
Ragnar er giftur við Svanhild, f. Christiansen, úr Havn. Børnini hjá teimum eru: Malan Kjærbo, sum býr í Tanzania, Tórun Andreasen, sum býr í Havn, Leivur Joensen, sum býr í Havn, og Bárður Christiansen, sum í løtuni er í Tanzania.