Ragnar er nýggjur psykiatari á Landssjúkrahúsinum

Nú eru tríggir serlæknar í psykiatri í føstum starvi á Psykiatriska deplinum.

Um mánaðarskiftið varð Ragnar Djurhuus Hammer settur í starv sum nýggjur yvirlækni í psykiatri á Landssjúkrahúsinum. Nú eru tríggir serlæknar í psykiatri í føstum starvi á Psykiatriska deplinum.

 

Ragnar er 36 ára gamal og hevur lokið prógv sum serlækni í psykiatri á Aalborg Univeristetssjúkrahúsi. Ragnar er kendur á Landssjúkrahúsinum og hevur tikið partar av bæði høvuðsútbúgvingini og sum introlækni í Føroyum. Í 2016 var hann liðugur sum lækni á Københavns Universiteti.

 

– Tað vísir seg ferð eftir ferð, at tekur tú partar av serlæknaútbúgvingini í Føroyum, so økjast sannlíkindini fyri, at tú kemur til Føroya at arbeiða eftir lokna útbúgving. Landssjúkrahúsið fegnast at Ragnar hevur valt Føroyar og ynskja honum vælkomin í hópin, skrivar Landssjúkrahúsið.

 

(Kelda: Landssjúkrahúsið á Facebook)