Ein svensk kvinna, sum saman við familju síni var og ferðaðist í frítíðarbýnum Makkum í norðara parti av Niðurlondum, læt fríggjadagin lív í einari syrgiligari vanlukku. Tað veit Aftonbladet at siga, og løgreglan í Niðurlondum váttar hendingina um kvinnuna, sum var í 40-árunum.
Á einum uppblástum svana - ella einari spælipútu, sum vit eisini kunnu rópa tað - rak hon sum sjálv onnur ein kilometur út frá strondini. Tá tað vísti seg, at spælipútan var rikin frá landi, fór bátur at leita. Báturin kom fram á fólkini á pútuni og tók annan við sær til lands.
Men, tá báturin kom út aftur eftir svensku kvinnuni, var hon ikki longur á svana-pútuni. Stór leiting varð sett í verk, og leitað varð uttan úrslit, til tað gjørdist myrkt hóskvøldið. Fríggjamorgunin, tá leitingin varð tikin upp aftur, varð svenska kvinnan funnin deyð á sjónum.
- Kvinnan er vorðin eyðmerkt av teimum avvarðandi. Hetta er ein tragisk vanlukka, sigur Kalina Pruntel hjá niðurlendsku løgregluni. Aftonbladet leggur aftrat, at fríggjakvøldið hevði uttanríkisráðið í Stokkhólmi ikki gjørt viðmerkingar til vanlukkuna.