Rakett fingið Smyril at leggja stilt

Á veg suður til Tvøroyrar í dag gjørdu ferðafólk vart við, at tey høvdu sæð eina rakett. Smyril hevur ligið eystan fyri Stóru Dímun í góðar hálvan triðja tíma, LÍV er í økinum Tá Smyril var komin eystur úr Stóru Dímun umleið eitt korter til trý í dag gjørdu ferðafólk leiðsluni á brúnni greitt, at tey høvdu sæð eina neyðrakett.

Skiparin gjørdi tí av at liggja í økinum at vita, hvar rakettin kom frá. Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Smyril verður liggjandi eystan fyri Stóru Dímun til bjargingarbáturin LÍV er komin á staðið.

Eisini tyrlan hjá Atlantsflog leitar eftir upprunanum til rakettina. Hon var í rutuflúgving og fór beinleiðis á staðið fyri at kunna gera sær dælt av dagsljósinum.

Sambært MRCC er LÍV komið á staðið, og eisini Brimil er á veg.

Hóast leitað hevur verið rættiliga vítt við tyrluni, er eingin farvegur sæddur til nakað óvanligt.