Raksturin hjá ALS vorðin bíligari

Magni á Deild Olsen sigur, at hægri inngjald og lægri útgjald eru lykilin handan góða úrslitið hjá ALS í ár.

Búskaparliga gongdin hjá Arbeiðsloysisskipanini hevur fyrstu átta mánaðirnar í ár verið so góð, at skipanin eftir fleiri ár við halli, sær út til at fara at hava avlop, tá árið er úti.

 

Eftir at Arbeiðsloysisskipanin í fleiri ár hevur havt næstan 400 milliónir krónur í halli, er úrslitið fyrstu átta mánaðirnar 23,7 milliónir rætta vegin.

 

Magni á Deild Olsen, stjóri í Arbeiðsloysisskipanini, sigur fleiri orsøkir vera til, at tað aftur gongur framá og hallið er vent til avlop, og greiddi frá hesum í samrøðu í Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Magna á Deild Olsen.

Tølini fyri í dag vísa, at 554 fólk fáa arbeiðsloysisstuðul, harav 328 kvinnur og 226 menn.