Rakti beint í hjartað

Marita Rasmussen kunngjørdi vinnaran av Creative Business Cup Føroyar, sum varð hildið í Vinnuframa í dag.

- Vinnandi uppskotið rakti okkum beint í hjartað. Tað er einfalt og fer heilt víst at lætta um dagligdagin hjá brúkaranum, segði Marita Rasmussen, tá hon kunngjørdi vinnaran av Creative Business Cup Føroyar, sum varð hildið í Vinnuframa í dag.

 

Vinnandi verkætlanin gjørdist forritið ClearComm, ið er eitt forrit, sum veitir tænastur til fólk við autismu.

 

Tað er sera vanligt at nýta smáar myndir, sokallaði piktogram, ið samskiftinum við fólk við autismu, og tá dagligdagur teirra skal skipast. Piktogrammini taka tó nógv pláss og er til dømis sera óhøgligt, tá farið verður í býin.

 

ClearComm hevur stutt sagt ment eina talgilda útgávu av piktogrammunum. Soleiðis er ikki neyðugt at ganga í býnum við einum stórum lyklatyssi av piktogrammum, sum onkuntíð verður gjørt, tá fólk við autismu eru í býnum við teirra stuðlum. Nú er nokk at hava telefonina við sær fyri at samskifta sínámillum.

 

Marita Rasmussen rósti serliga toyminum handan ClearComm fyri at hava inndrigið brúkaran í menningina av verkætlanini.

 

Tað eru Pól Andrias Larsen, Levi á Torkilsheyggi og Virgar Poulsen, ið hava ment ClearComm.