Rakul Skaale Andreassen vann í dag heiður og 40.000 krónur í danskari ritgerðarkapping fyri MA-ritgerð, sum hon skrivaði á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum fyrr í ár.
Ritgerðin hjá Rakul Skaale Andreassen snúði seg um í hvønn mun enskt ávirkar føroyska málið hjá ungum føroyingum, og hóast kanningarnar vístu, at tey ungu verða ávirkað av enskum, eru útlinini ikki so døpur, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuni.
- Jú, eg eri optimistisk um málsligu framtíðina, tí kanningarnar hjá mær vísa, at tey ungu virðismeta føroyskt, og at tey vilja halda fast í tí føroyska, segði Rakul Skaale Andreassen, tá hon vardi sína ritgerð í Kongshøll í summar, skrivar Fróðskaparsetrið.
Talan var um føroyska partin av ritgerðarkappingini, ið Rakul Skaale Andreassen vann, og í tí sambandi var talgilt hátíðarhald í Gróthúsinum á Setrinum í dag, har vinnararnir úr Føroyum, Grønlandi og Danmark fingu vinnaraheiður og 40.000 krónur í part. Eisini helt Ane Halsboe-Jørgensen, undirvísingar- og granskingarmálaráðharri í Danmark, røðu. Martin Breum, journalistur var orðstýrari.