Eva Ström (f. 1947), sum vann bókmentavirðisløn Norðurlandsráðsins í ár fyri yrkingasavnið Revbensstäderna, er ein mállistmaður, sum skapar myndir av ørandi vakurleika og ræðuleika.
Yrkingarnar í virðisløntu bókini spretta úr samtíðar-veruleikanum, ikki minst sum vit kenna hann úr fjølmiðlunum, men eisini alment menniskjansligum royndum. Harumframt er bakgrundin millum annað stóra vitan skaldsins um bæði heimbókmentir og nútímans læknavísindi.
Mikukvøldið 19. nov. kl. 19.30 heldur Turið Sigurðardóttir almennan fyrilestur um Evu Ström í Norðurlandahúsinum. Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri.
Tá Eva Ström fekk bókmentavirðislønina á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Oslo síðst í oktober, las Turið Sigurðardóttir grundgevingina hjá dómsnevndini.
Eva Ström gav út fyrsta yrkingasavnið hjá sær Den brinnande zeppelinaren í 1977, og Revbensstäderna er sætta yrkingasavnið hjá henni. Frá 1977 til 1988 arbeiddi hon sum lækni, men nú er hon rithøvundur burturav. Hon skrivar eisini skaldsøgur og sjónleikir, og hon ummælir bókmentir.