Framsýningin er komin í lag sum eitt mentanarligt samstarv um nútíðarlist millum Svenska Konstförbundet í Gøteborg og mentanarhúsið í Madrid. Listafólkini koma úr Svøríki og Finnlandi, umframt Rannvá úr Føroyum.
Næsta ár koma spaniólar at sýna fram í Gøteborg. Her kunnu nevnast nøvn so sum Miguel Alberquilla, Carlos Cruz de Castro, Totte Mannes og Carlos Evangelista.
Rannvá hevur fingist við list seinastu 4 árini og hevur verið á listaskúla í Grikkalandi og Danmark, og arbeiðir mest við málningum, umframt at hon fæst við grafikk og skulptur.
Í 1997 og 1998 hevði hon verk við á Várframsýningini. Eisini hevur hon verið at sæð á Ólavsøkuframsýningini.
Ein av teimum svensku luttakarunum er ein fyrrverandi lærari hjá Rannvu, sum hevur sýnt hennara list so stóran áhuga, at hann hevur bjóðað henni við til framsýningina í Centro Cultural Galleo, Madrid.
Rannvá hevur fingið stuðul frá Mentamálstýrinum, Tórshavnar Býráð, Tvøroyrar Býráð, Fjølrit og Spanska Konsulátinum.