Rannvá er 46 ár, og hon er útbúgvin fysioterapeutur við drúgvum royndum. Hon er ættað úr Hvalvík og búsitandi í Vestmanna.
- Eg søkti starvið, tí eg haldi langtíðarætlanina hjá VEKS vera spennandi. Hon kann viðvirka til, at fleiri fólk fáa góð ellisár, sigur Rannvá.
Í langtíðarætlanini hjá VEKS er grundsjónarmiðið, at tey flestu kunnu vera búgvandi í egnum heimi, um tey fáa røttu tænastuna.
- Flest fólk vilja verða gomul í egnum heimi. Heimið, har gerandisdagurin hevur givið lívinum innihald, bæði í viðgongd og mótgond. Tað umráðandi at menna økið innan heilsustimbran, endur- og viðlíkahaldsvenjing, fyribyrgjan av sjúku, og tað er eisini umráðandi at leggja dent á einsemi.
Í nýggja bygnaðinum hjá VEKS verður eitt terapeutiskt toymi stovnað, sum Rannvá í Skálum skal leiða.
- Eg vóni og vænti, at fleiri ergo- og fysioterapeutar halda okkara øki vera áhugavert, so toymið kann liva upp til grundsjónarmiðið, teimum eldru at frama.
Rannvá í Skálum byrjar í starvinum 21. august.
(Kelda: Sunda Kommuna - sunda.fo)