Rannvá og Heidi endaðu báðar á toppinum

Tað endaði javnt millum toppskjúttarnar hjá KÍ og HB, sum skoraðu 29 mál í part

Alt fótbóltsárið hevur tað verið tøtt kapping millum Rannvá B. Andreasen, KÍ, og Heidi Sevdal, HB, um hvør teirra skuldi verða toppskjútti í landskappingini fyri kvinnur.

Undan20. og síðsta umfari var Heidi Sevdal ovast við 28 málum, og Rannvá B. Andreasen var næstovast við 27 málum.

 

Í dag skoraði Rannvá B. Andreasen tvey mál í 2. hálvleiki, tá ið hon økti til 3-0 og síðani staðfesti 4-0 sigurin á B36.

Í dag skoraði Heidi Sevdal eitt mál. Fimm minuttir undan leikloki legði hon HB framum 2-1 í heimadystinum ímóti EBS/Skála. Tríggjar minuttir seinni javnaði EBS/Skála til 2-2, sum varð endaliga úrslitið.

Harvið endaðu tær báðar – Rannvá B. Andreasen, KÍ, og Heidi Sevdal, HB – ovast á tindinum við 29 málum.

 

Sambært faroesoccer.com var Rannvá B. Andreasen við í 19 landskappingardystum, og Heidi Sevdal var við í øllum 20 dystunum. Rannvá var á vøllinum í 1532 minuttir, og Heidi var á vøllinum í 1787 minuttir. Í miðal skoraði Heidi Sevdal 1,45 mál pr dyst, meðan Rannvá B. Andreasen skoraði 1,53 mál pr dyst.

Eingin annar enn Heidi Sevdal og Rannvá B. Andreasen vóru við í kappingini um at røkka máltindin. Íðunn Magnussen úr B36 skoraði triði flest mál. Hon skoraði 14 mál í 19 dystum ella 0,74 mál í miðal fyri hvønn dyst, sum hon spældi.

Í 2013 var Heidi Sevdal toppskjútti. Eisini í fjør skoraði hon 29 mál.

Í 2012 var Rannvá B. Andreasen toppskjútti. Tá skoraði hon 31 mál.

 

20. umfar

KÍ-B36 4-0 (2-0)

1-0: Annika Petersen 15.

2-0: Sigrid Jacobsen 36.

3-0: Rannvá B. Andreasen br 51.

4-0: Rannvá B. Andreasen 80.

 

HB-EBS/Skála 2-2 (1-1)

1-0: Milja R. Simonsen 2.

1-1: sjálvmál 37.

2-1: Heidi Sevdal 85.

2-2: Fríðrún Danielsen 88.

Reytt kort: Rakul Magnussen, EBS/Skála, 70 (2 gul)

 

AB-ÍF/Víkingur 1-4 (1-1)

1-0: Ásla Johannesen br 11.

1-1: Jensa Olsen 31.

1-2: Jóhanna Lervig 81.

1-3: Durita Nielsen 84.

1-4: Jóhanna Lervig 90.+3.

 

Endaliga støðan – eftir 20 umfør

KÍ 53

EBS/Skála 43

HB 34

ÍF/Víkingur 21

B36 17

AB 4