Rás2 hevur mangan sent frá teimum stóru festivalinum og í ár sleppur G! heldur ikki undan.
Rás2 hevur sent í dag, men í kvøld verður aftur lagt til brots og hetta til leygarkvøldið, fer Rás2 at senda tilsamans 20 tímar av ársins G! Festivali.
Nú í kvøld, frá klokkan 19 til klokkan 23, fara tær báðar, Barbara Holm og Evi Tausen, at lodda dýpið á G.
Í morgin fríggjadagin, verður sent allan dagin. Lagt verður til brots aftur longu klokkan níggju í morginárini, tá ið tær báðar, Marin Eidesgaard og Jenny Kragesten, fara at senda frá G! til tíðindini á Rás2 eru á miðdegi.
Klokkan 15 taka Barbara Holm og Evi Tausen aftur yvir og fara at senda til klokkan 19 og so taka áðurnevndu Marin Eidesgaard og Jenny Kragesten, aftur stafettina og senda heilt til klokkan 23.
Leygardagin fara Barbara og Evi aftur at senda frá klokkan 14 til klokkan 19
Barbara Holm sigur, at tær fara at tosa við tónleikarar og fyriskiparar. Men tað, teimum dámar allarbest, er at ganga ímillum festivalgestirnar, bæði á sjálvum festivaløkinum og tjaldingarplássinum.
- Tað er altíð eitt heilt serligt huglag á G! og tað fara vit at royna at fáa fram í sendingunum og práti við festivalgestirnar, sigur Barbara Holm.