Seint seinnapartin, klokkan 17 spælir føroyska U21 landsliðið sín fyrsta EM-undankappingardyst við tí árganginum. Mótstøðuliðið á Svangaskarði á Toftum er Aserbadjan.
Tað er ókeypis at sleppa til U21 landsdystin, og vónar FSF, at fólk fara at taka av møguleikanum at stuðla okkara ungu monnum.
Rás2 hevur altíð sagt frá øllum heimadystum hjá U21 landsliðnum, síðani 2009. Í dag verður heldur einki undantak. Tróndur Arge fer at siga frá dystinum.
Frá klokkan 16.15 verða landsliðssangir og nøkur upptaktsprát á Rás2, umframt, at vit á vegnum frætta um eitt nýtt navn, sum skal verða á G-festivalinum í juli.
Tað ber sjálvandi eisini til at fylgja dystinum her á in.fo.