Dimmalætting skrivar í dag, at ein hending kring vøllin í Sarpugerði nú verður fráboðað FSF sum rasismumál. Undir dystinum millum GÍ og B36 rópti ein áskoðari niðrandi rasistiskar viðmerkingar eftir Alex José dos Santos hjá B36. Trygdarfólk hjá GÍ fingu áskoðaran burtur, men sambært Dimmalætting verður málið nú sent FSF, sum skal taka støðu til, hvørt hetta skal fáa avleiðingar.
LesarabrøvLesarabrøv