Rasmus Seebach strandaður í Keypmannahavn

Eftir ætlan skuldi Rasmus Seebach verða gestur í Hvonn Live sendingini hjá Rás2 í kvøld og í REX, men orsaka av øskuni úr Íslandi, verður eingin flúgving til Føroya í dag, og tískil er vitjanin fyribils útsett. Øskan úr Íslandi ger aftur um seg, og tískil verður Hvonn Live sendingin hjá Rás2 í kvøld fyribils útsett til í morgin. Umframt at verða gestur í Hvonn Live, skuldi Rasmus Seebach eisini undirhalda í REX, men bæði hesi tiltøkini eru fyribils útsett til í morgin.

 

Um flogferðslan kemur aftur í rætt lag í kvøld ella í morgin tíðliga, so verður skráin bert útsett til í morgin, og Rasmus Seebach gestur á Hvonn Live og í REX.

 

Í kvøld verða Kim Hansen við manning í REX.