Fyri aðru ferð í ár skipar Hundaeigarafelag Føroya fyri tjóðarframsýning. Henda framsýning er fyri rasuhundar og er tað blivin ein sportur fyri luttakararnar at venja, pleyga og halda sínum hundum so væl at teir vísa seg sum bestu rasu-umboð.
Dómari hesaferð er Svend Løvenkjær úr Danmark.
Myndin er frá einari Juniorhandlarakapping, har børn og ung kappast um at verða dugnaligast til at vísa og handfara sín hund. Ofta er tað frá teimum ungu, at teir eldru hundaeigararirnir skullu læra hvussu man ger tá ið mann framsýnir hund sín. Tí at tey ungu eru so avbera dugnalig og taka sína uppgávu í álvara.
Á framsýningini byrjar dagurin við at finna besta hvølpin á degnum, síðani verður tað børn og ung, sum á degnum tilmelda seg og hundin til juniorhandling, kappast. Eftir hetta byrjar sýningin av vaksnu hundunum og heldur framm til 15 - 16 tá skulu teir hundarnir sum hava vunni sín bólk kappast um at verða nr. 1, 2, 3 og 4 eisini kalla Best In Show.
Sum vant verða fleiri sera góðir vinningar lutaðir ímillum luttakarar og áskoðarar.