Fríggjadagin í seinastu viku var tíðindafundur á Hagstovu Føroya, har nýggjasta útgávan av Árbókini fyri Føroyar, tann fyri 1998, var almannakunngjørd.
Av tí at árið nú er so væl útliðið so eru óiva fleiri sum halda, at henda útgávan kemur í seinna lagið, men orsøkirnar til taå eru góðar.
Vit liva í dag í eini teldutíð, har krøvini til upplýsandi tilfar gerast alsamt størri. Ein bók var nóg mikið fyri nøkrum árum síðani, men soleiðis er ikki í dag.
Í dag skal tað sum verður givið út, helst gevast út bæði sum bók og sum fløga. At tað verður lagt út á Internetið verður í flestu førum mett sum ein sjálvfylgja heldur enn nakað annað.
Og tað er júst hesum »syndromi«, sum Árbókin fyri Føroyar 1998 er rakt av.
Árbókin fyri Føroyar 1998 verður nevniliga givin út á øllum trimum miðlum og tað er ein sera góð tænasta til brúkararnar.
Fjórða samstarvsárið
Upprunaliga var tað Ríkisumboðið, sum gav út Árbókina fyri Føroyar. Tá var hon kallað Årsberetning for Færøerne, og tað var ikki fyrr enn í 1975, at Føroya Landsstýri fór við í útgávuna av føroyska hagtalstilfarinum.
Næstu tólv árini fram til 1987 samstarvaðu Landsstýrið og Ríkisumboðið um útgávuna, men so varð hetta samstarv niðurlagt. Síðani tá hevur Ríkisumboðið árliga givið út ein »Beretning« um Føroyar, men henda útgáva hevur serliga verið ætlað útlendskum lesarum.
Tað hevur sera stóran týdning fyri okkum sjálvi at hava atgongd til hagtalstilfar. Skúlar og vinnuvirki brúka slíkt tilfar rættiliga nógv, og tað er vissuliga ein missur, at slíkt tilfar ikki kemur út.
Hagstovan mann hava sæð tørvin og teir royndu eisini í 1990 og 1991 at geva út Árbókina, men ikki fyrr enn í 1995, tá Skúlabókagrunnurin og Hagstovan fóru í samstarv um útgávuna, er hon komin út regluliga.
Eitt vala verk
Tað er eitt vala verk í allar mátar, sum liggur á borðinum. Bókin er væl uppsett við stórum og talvum, so hon er løtt at brúka og lesa.
Hon er býtt upp í 22 kapitlar, sum dekka hvør sítt øki. Fyrsti kapittul hevur lyklatøl um Føroyar við sammetingartølum við Danmark, sum okkum jú dámar so væl at sammeta okkum við.
Hinir kapitlarnir í bókini snúgva seg um øll onnur viðurskifti í okkara samfelag og við teksti og talvum geva teir okkum eina greiða innføring í samfelagsviðurskiftini.
Fløgu- og Netútgáva
Tað er ofta ein trupulleiki við bókum, at tær eru torførar at avrita. Hjá blaðfólki, sum undirritaða merkir tað oftast, at ein talva, sum skal brúkast í blaðnum skal setast upp av nýggjum tí hon ikki er til at avrita.
Hesum trupulleika hava útgevararnir nú hjálpt okkum við. Teir hava nevniliga verið so uppfinnsamir, at teir hava givið Árbókina fyri Føroyar 1998 út á fløgu eisini.
Fyri at kunna lesa fløguútgávuna er tað ein treyt, at tú hevur eitt lesiforrit. Eisini hetta hava útgevararnir hugsað um, tí hevur tú ikki forritið, so hevur tú møguleika at taka tað av fløguni. Útgevararnir hava nevniliga lagt eitt avrit á fløguna við.
Í øðrum londum er tað vanligt, at geva slíkt tilfar út, men her heima er tað meria óvanligt. Hetta er nevniliga fyrsta útgáva av sínum slag í Føroyum og má tí sigast at verða slógbrótandi í so máta.
Árbókin er eisini givin út á netinum. Sum flest allar fyritøkur og stovnar í dag hevur Hagstovan eisini fingið sær heimasíðu á Internetinum og har er eisini møguligt at finna fram til Árbókina.
Heimasíðan hjá Hagstovu Føroya eitur www.hagstova.fo og har inni eru tilvísingar sum vísa leiðina til netútgávuna av Árbókini.
Árbókin er 449 síður til støddar og kostar 150 krónur. Fløguútgávan kostar 300 krónur, men verða báðar útgávurnar keyptar, so er kostnaðurin 400 krónur.