Flogskiparin meldaði, at tað var okkurt galið við onkrun tólið, og at tað var neyðugt at lenda í Keypmannahavn, tí at har kundi tólið gerast aftur. Men so verður varpað út, at tað verður skipað fyri ferðing til Billund við bussi, og at vit skuldu verða í Billund 2 til 3 tímar aftan á fráferð úr Kastrup Lufthavn. Her mundi eg kvalst í kaffimunninum hjá mær, tí eingin bussur kann koyra tað leiðina upp á so stutta tíð, og eg undraðist, um teir nú høvdu koyrt veingir og jetmotorar á bussanar í Danmark, tí annars bar tað ikki til. Annað er, at eg ongantíð havi bílagt ein bussferðaseðil, men ein flogferðaseðil. Hetta gjørdi eg vart við, men einasta svar var, at ein bussur var hýrdur, og at SAS og Atlantic Airways onga ábyrgd hevði av at levera tað vøruna, eg hevði keypt, tí vildi eg fegin hava allan peningin hjá mær afturgoldnan, og tað so beinanvegin, men har var svarið kortanei.
Har afturat skal leggjast, at tá vit lendu, høvdu tey mist viðførið hjá okkum øllum vekk, og ikki fyrr enn næstan 1 tíma aftan á lending funnu tey útav, hvagar viðførið kom.
Tá bussurin kom, var tað ein gamal avlagdur ruskdungi, sum lak illa, harafturat luktaði illa í bussinum, og WC riggaði ikki. Tað lak so illani, at bussførarin var noyddur at koyra varman for frá um allan bussin, tí annars kundi hann ikki síggja út úr bussinum. Tað bleiv so heitt og kvalið, at mammubeiggi mín, ein invalidpensionistur, fleiri ferðir var um at svíma, harumframt sá eg fleiri børn í bussinum, sum ikki høvdu tað for gott. Eg havi ongantíð følt meg verri behandlaðan, og ongantíð hoyrt um verri service. Frá tí vit fóru úr Keypmannahavn, til vit vóru komin til Middelfart, vóru umleið 3,5 tímar farnir, um ikki meira, tá høvdu vit fingið meira enn nokk av kundaservice hjá SAS og Atlantic Airways og fóru í øðini av bussinum og skipaðu sjálvi fyri sambandi. Eg taki synd í hinum ferðafólkunum, ið ikki høvdu møguleika fyri hesum og máttu sita allan vegin í bussinum til Billund, tá vóru vit bert komin hálvan vegin, og nú skuldi bussurin koyra eftir landavegnum og ikki motorvegnum.
Eg haldi, at tað er nógv fyri, at tá eg endiliga var komin heim, kundi eg líka so gott verið farin til New York, tí tá vóru 12 tímar farnir síðani fráferð úr Føroyum, so dugi eg als ikki at síggja, hví man skal flúgva.
Eg vil viðmerkja, at vit ongantíð fara at ferðast við Atlantic Airways aftur, tað verður havleiðin fyri eftirtíðina. Nei hetta verður ongantíð gloymt.
Fyri trygdina skilji eg als ikki, at nakar velur at flúgva tað longru leiðina til Keypmannahavnar. Hetta gevur mær ein illgruna um, at tað ongantíð var meiningin at flúgva til Billund, og at hetta var ein avgerð, sum var tikin áðrenn fráferð úr Føroyum.
Sum eg síggi tað, er einasta grund til, at vit lendu í Kastrup Lufthavn, at Atlantic Airways ikki vildi senda ein servicebil til Billund og fylla olju á flúgvaran fyri at flúgva nøkur fá til Keypmannahavn. Tí valdi Atlantic Airways at senda flogfarið til Keypmannahavn og síðani blaka ferðafólki í ein illaluktandi buss til Billund. Tí tað var nógv bíligari enn at levera ta vøru, sum ferðafólkið hevði keypt. Hetta er at snýta fólk.