Real Madrid hevur í kvøld við 4-1 sigri eftir longda leiktíð, vunnið kappingina fyri meistaralið fyri tíggjundu ferð. Tað stóð nógv á og tað var upp á hangandi hár, at Real Madrid megnaði at útjavna leiðslumálið hjá Atletico Madrid og Diego Godín frá fyrra hálvleiki.
Tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at Sergio Ramos stútaði eitt hornaspark í mál. Í longdu leiktíðini gekk orkan hjá Atletico Madrid undan og Gareth Bale kundi aftaná 110 minuttir tryggja Real Madrid Champions League steypið.
Costa skaddur
Real Madrid hevði sum væntað Cristiano Ronaldo við frá byrjan, eftir at hann hevur drigist við ein vøddaskaða. Hinvegin, so blriv miðverjin Pepe ikki klárur til at byrja inni. Fyri Atletico Madrid var Diego Costa við frá byrjan, men mátti gevast longu aftaná níggju minuttir. Arda Turan var slett ikki í hópinum.
Casillas dropp
Fyrri hálvleikur var javnur og intensur. Bæði liðini løgdu nógv fyri at vinna bóltin og talan bleiv sjáldan um gott spæl og stórar møguleikar. Beesta møguleikan fyri Real Madrid fekk Gareth Bale, tá hann fangaði ein tvøravlevering og setti ferð móti málinum, men skjeyt við síðuna av.
Tíggju minuttir fyri hálvleik kom Atletico Madrid á odda. Eftir deyðbólt kom bólturin innfyri í brotsteigin hjá Real Madrid, har royndi Iker Casillas kom út úr málinum. Tað endaði við, at Diego Godín var fyrstur á bóltinum og stútaði hann uppum málverjan hjá Real Madrid og í mál.
Ramos bjargar Real Madrid
Í seinna hálvleiki trýsti Real Madrid nógv meiri og skifti millum annað Isco og Marcelo. Tað gjørdi mun. tí Real Madrid megnaði nú at hótta Atletico Madrid. Bæði Gareth Bale og Cristiano Ronaldo høvdu møguleikar, men eydnan var ikki við teimum.
Fyri Atletico Madrid bleiv tað eitt stríð móti klokkuni, tí teir megnaðu í minni mun at halda fast í bóltinum, og fleiri spælarar sóu troyttir út. Trýstið øktist og øktist og tríggjar minuttir inn í yvirtíðina eydnaðist tað Sergio Ramos at javna eftir hornaspark, tá hann stútaði bóltin í málið.
Bale avgjørdi
Í longdu leiktíðini var tað ein spurningur um Atletico Madrid kláraði at verja seg til eina brotssparkskapping. Teir orkaðu ikki meiri og útskiftingin av Diego Costa tóktist kosta dýrt, tí hon røvaði Diego Simeone fyri triðju útskiftingina.
Tíggju minuttir fyri tíð avgjørdi Gareth Bale Champions League finaluna, tá hann stútaði bóltin í málið, eftir gott forarbeiði frá Ángel Di María. Marcelo, sum gjørdi eitt gott innhopp, sløkti seinasta neistan, tá hann økti til 3-1 í evstu løtu. Cristiano Ronaldo skoraði upp á brotsspark í seinasta minuttinum.
Real Madrid hevur nú vunnið meistarakappingina tíggju ferðir. Teir hava bíða í 14 ár eftir hesum, og Real Madrid er tað felagið, sum hevur vunnið kappingina oftast.
Real Madrid – Atletico Madrid 4-1 (0-1) Longd leiktíð
0-1 Diego Godín, 36
1-1 Sergio Ramos, 90+3
2-1 Gareth Bale, 110
3-1 Marcelo, 118
4-1 Cristiano Ronaldo, 120 br
Leikvøllur: Estadio Da Luz (Lisbon, Portugal)
Real Madrid:
Iker Casillas – Daniel Carvajal, Sergio Ramos, Raphael Varane, Fabio Contrao(Marcelo, 59.min) – Sami Khedira(Isco, 59.min), Luka Modric, Ángel Di María – Cristiano Ronaldo, Gareth Bale, Karim Benzema(Álvaro Morata, 79.min)
Atletico Madrid:
Thibaut Courtois - Francisco Juanfran, Diego Godín, Miranda, Filipe Luis(Toby Alderweireld, 83.min) – Raul Garcia(Jose Sosa, 66.min), Gabi, Tiago, Koke – Diego Costa(Adrián 9.min), David Villa