Realisma tikin á bóli

Skuldi tað komið an uppá tað, hevði eg fyrigivið originalunum hjá Einar Már Guðmundsson hvat sum helst. Eisini sjálvt um tolið við hansara anekdotiska 60ara arbeiðara umhvørvið í løtum er um at vera uppi. Allíkavæl vóru tað júst anekdoturnar í Beatlemanifestet, sum sluppu at tamba tolið eitt vet longur - enn einaferð

Anna V. Ellingsgaard

Einar Már Guðmundsson, Bítlaávarpið, 2005
Týtt: Erik Skyum-Nilesen, Beatlemanifestet, Vindrose, 2005

Nú kann tað vera nokk! Høvuðspersónurin í Beatlemanifestet eftir Einar Már Guðmundsson heldur seg hava ligið ríkiliga longi burturgoymdur í eini skuffu í skrivaraborðinum hjá høvundanum. Í heila tiki heldur hann rithøvundar vera ikki so lítið frekar - sita bara á síni fløtu og taka æruna fyri tað, sum persónarnir í bókunum havast at og fáa hartil pengar afturfyri. Skaldsøgupersónar um allan heim áttu at stevnt teimum. Ná, men nú hevur Johan Pjetursson also tikið málið í egnar hendur og høvundan av ræði og gjørt av sjálvur at fortelja søguna um seg og vinirnir og teirra Beatlemanifest.
Himmalin í hondunum
Soleiðis byrjar nýggja skaldsøgan hjá íslendska frásøguúrmælinginum Einar Már Guð-mundsson. Eitt vet ov smart, vil onkur nokk halda. Og tó. Kanska er hendan byrjanin heldur eitt evsta snildi at skera út í papp tað, sum hevur eyðkent ritverkið hjá Guðmundsson seinastu árini: eina ásannan av, at veruleikin allatíðina tekur realismuna á bóli.
Søgan sjálv er sjarmerandi, sorgblíð og ja, vit hava hoyrt hana nógvar ferðir fyrr í ymsum útgávum. Vit eru í 60unum, og Beatlesfepurin herjar heimin, eis-ini gøtuna og skúlan í Reykjavík, har Johan og vinmennirnir halda til við sínum dreymum og tannáringalongslum. Sjálvandi skulu teir eisini hava sín egna rockbólk, ein minst líka góðan sum Flamingo, sum eru rockkongarnir á gøtuni, og sum fáa genturnar at standa í kø uttanfyri garaguhurðina. Tað eydnast eisini til endan at stovna bólkin Matchbox, har tað meir eru dreymarnir heldur enn tónleikaligar gávur, sum dríva verkið. Og fyrsta konsertin verður eisini hareftir. Í einum broti, sum minnir illgrunasamt nógv um fyrstu konsertina hjá The Commitments í skaldsøguni eftir Roddy Doyle, endar alt í ruðuleika á pallinum. Tónleikarnir rúka í krovið á hvørjum øðrum, áhoyrarnir eru um at kódna av látri, og ímeðan stinga sangarin og gittarleikarin av við pengunum. Men tað hevur minni at siga, tí eina løtu fingu dreymarnir og longsulin veingir, eins og tá tað eydnast Johan at sleppa at mussa Helgu og hann "leyp upp og tók í hælin á heiminum og himmalin í hendurnar".
Tussatrúgv
Í løtum fært tú varhuga av, at høvuðssøgan um Beatlemanifestið bara er ein umbering fyri at sleppa at fortelja eina ørgrynnu av undirhaldandi smásøgum um alt millum himmal og jørð. Sjálv søgan, realistiska skaldsøgan um tú vilt, verður órógvað í tíð og ótíð av einum larmandi gallaríi av orginalum, sum tysja inn og út úr søguni og hvørja ferð minna frásøgumannin um okkurt annað, hann líka má sleppa at fortelja. Styrkin hjá Guðmundsson er hendan herliga tussatrúgvin uppá, at søgurnar veruliga "passa". Og so ikki minst mátin hann letur sínar skeivu persónar sleppa framat uttan minsta feril av politiskari korrektheit.
Tá Beatlemanifestið er komið at enda, ivast tú í, um tað er tú ella høvundurin sum hevur gloymt, hvat søgan snúði seg um. Men gott er. Tað vóru so nógvar aðrar spennandi søgur á vegnum, sum tú líka mátti sleppa at hoyra eisini ...