TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, ið Beinta Vilmundsdóttir Jacobsen hevur tikið, og hoyr prátið sum Vilmund D. Jacobsen, reportari hjá FM1 gjørdi í sendingini "Bátaradio" fyrr í dag, tá hann umborð á bátinum "Juvel" prátaði við ánarin, Heðin Zachariassen, borgarstjóra í Sunda kommunu.
Heðin Zachariassen fegnast um tey góðu tiltøkini sum spretta úr fólkinum á staðnum, og tí er Regatta eisini ein stórhending hjá honum.
Borgarstjórin í Sunda kommunu undirstrikar, at kommunan blandar seg ikki uppí hvussu tiltøkini verða fyrireikað, men kommunan roynir at hjálpa til at skapa karmar og umstøður.
Heðin Zachariassen letur abbasonin, Magnus Jacobsen, ið bert er 16 ár stýra "Juvel". Heðin undirstrikar, at tað er týdningarmikið at vísa teimum ungu álit.
Tó mátti abbin taka róðrið tá "Juvel" skuldi undir brúnna við Streymin.