Útlendskir gestir eru eisini við í Regatta-fylginum.
Umborð á "Juvel" fekk reportarin hjá FM1, Vilmund D. Jacobsen orðið á danska parið John og Helena Pedersen, ið vitja Føroyar á fyrsta sinni.
John Pedersen er av føroyskari ætt og er skyldmaður hjá Tummas Johansen, ið eisini var umborð á Juvel.
John og Helena Pedersen nevna Regatta-siglingina eina "surrealistiska" uppliving. Tey eru sera hugtikin av landinum, og tey eru glað fyri, at tað ikki er so heitt í Føroyum, tí sum so mong onnur hava tey fingið meir enn nóg mikið av hitabylgjuni í Danmark, ið ongan enda tykist at fáa.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, ið Beinta Vilmundsdóttir Jacobsen tók umborð á Juvel, og hoyr samrøðuna Vilmund D. Jacobsen gjørdi við John og Helenu Pedersen.