Sp/f Regin Jóanesarson er fyritøka í Vestmanna, sum serliga fæst við grótlaðing.
Regin hevur gjøgnum árini greitt úr hondum manga laðing, ið fríðkar um umhvøri. Ikki minst í Fuglafirði, har hann hevur arbeitt nógv fyri kommununa, liggur nógv, sum Regin hevur gjørt. Hann hevur eisini laðað heilt fitt í Gøtu, bæði fyri Varðan og privatfólk í bygdini.
Nú heim fyri fjølbrekað er bygt í Runavík, hevur Regin Jóanesarson eisini sett síni fingramerki í umhvørvinum har.
Í vikuni vitjaði Vikublaðið inni á gólvinum hjá Regini í Vestmanna. Hann tók væl ímóti, og vit fingu gott kaffi.
Fryntligur og lættur, sum hann er, prátaðu vit eina góða løtu, og Regin greiddi okkum frá, at hann øll árini hevur laðað við suðuroyargróti - ella porkerisgróti, sum hann eisini rópar tað.
- Mær dámar ógvuliga væl at laða við hesum gróti, sum gjarna hevur rímiliga slættar síður og er gott at sláa, sum hann tekur til.
Regin slær gjarna grótið í kantunum, áðrenn hann endaliga leggur steinarnar.
Hann sigur, at tað hevur verið trupult at fingið grót úr Suðuroy í vetur, men sum hann hevur skilt, verður nú sprongt har suður aftur skjótt.
Regin hevur lagað í meira enn fimtan ár. Tað var soleiðis, at hann plagdi at koyra eina maskinu, og soleiðis kom hann at kenna kenda grótlaðaran, Andrias Jacobsen, vanliga róptur Dia.
- Eg sá, hvussu Dia laðaði og helt, at kanska hevði eg eisini dugað hetta handverk, um eg legði meg eftir tí. Eg fór at royna meg og fall fyri laðingini.
Regin Jóanesarson laðar gjarna einsamallur, og alt arbeiðið verður gjørt við hond. Hann hevur ein lítlan rennigravara, men hesin verður sjáldan brúktur.
Vikublaðið, sum kemur í hvørt hús seinnapartin í morgin, hevur vitjað í Vestmanna í samband við bátastevnuna, sum verður um vikuskiftið í Vestmanna.