Køld luft streymar inn yvir Føroyar av vestri. Mikudagin og hósdagin fer eitt lágtrýst á veg í ein landnyrðing framvið beint eystan fyri Ísland, og tað tilhoyrandi brúgvalagið fer fram við Føroyum av útsynningi. Fríggjadagin fer eitt minni lágtrýst framvið vestan fyri Føroyar. Leygardagin nærkast væntandi ein hátrýstsryggur Føroyum av suðri.
Í dag er andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av útsynningi. Samdrigið og ælaveður, men út á náttina skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men um kvøldið klárar í, men kortini ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.
Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum seinni snarar í ein útsynning og makar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað og ælaveður, seinni samdrigið og okkurt ælið. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina niður í 5 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður, men um kvøldið og náttina okkurt einkult æl. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, seinni av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Turt og samdrigið. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum 3 og 6 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, av landnyrðingi, í náttartímunum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s, í støðum. Turt og samdrigið, men út á dagin skýggjað og regn. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.