Reiðarar og fiskimenn rópa varskó

?Fiskiflotin í tungum sjógvi?. Tað er yvirskriftin á tíðindaskrivi, sum Reiðarafelagið og manningarfeløgini í felag hava sent fjølmiðlunum um støðuna hjá fiskiflotanum Á fundi 16. apríl viðgjørdu Reiðarafelagið og tey trý manningarfeløgini hjá ávíkavist fiskimonnum, maskinmonnum og navigatørum torføru støðuna, sum partur av fiskiflotanum er komin í ? umframt vánaligu útlitini hjá fiskiflotanum sum heild.

Tað var Reiðarafelagið, sum kallaði hini feløgini til fundar vísandi til sonevnda oljuprotokollátið frá januar 2005. Í hesum protokolláti avtalaðu feløgini at taka upp samráðingar um møguligt býti millum manning og reiðarí av einum parti av óvanliga høga oljuprísinum.

- Vit hava viðgjørt avleiðingarnar av høga oljuprísinum og hava umrøtt, hvørjar møguleikar reiðarí og manningar hava fyri at tillaga seg til broyttu umstøðurnar.

Í felags tíðindaskrivi siga feløgini seg vera samd um, at hóast oljan er høvuðstrupulleikin hjá fiskiflotanum í løtuni, hevur vinnan eisini fleiri aðrar trupulleikar at dragast við.

- Vit eru tí samdir um at kunna samfelagið og politisku skipanina um støðuna, tí fyrr ella seinni verður neyðugt hjá myndugleikunum at fyrihalda seg til hesi viðurskifti, siga feløgini, sum eisini vísa á, at onkur lemmatrolari longu er lagdur, tí lønandi er ikki at loysa.

Feløgini vísa eisini á, at í løtuni tykist alt ganga ímóti.

- Fiskaprísirnir eru fallandi, veiðinøgdirnar eru sum heild minkandi, og truplari er at sleppa av við fiskin, tí keypiorkan hjá fiskakeyparunum er viknað, siga feløgini, sum halda tað vera umráðandi, at myndugleikarnir gera tað, sum gerast kann, fyri at bøta um fyritreytirnar fyri framhaldi.