AÐALFUNDUR
Aðalfundurin hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag verður hildin í morgin, týsdagin 28. desember í Norðurlandahúsinum, og fundurin byrjar klokkan 11.
Fyrsta mál á skránni á aðalfundinum verður ársfrágreiðing um virksemið hjá felagnum, og her fer formaðurin, Eyðstein Djurhuus, at greiða frá.
Roknskapurin verður framlagdur til góðkenningar, eins og val verður at nevndarlimum, grannskoðara og tiltaksgrannskoðara.
Ásetan verður av limagjaldi, og síðan verður ”ymiskt” á skránni.
Umráðandi at møta
Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sigur, at umráðandi er, at limir møta til aðalfundin.
- Tað er umráðandi, at so mangir sum gjørligt møta. Um felagið framhaldandi skal veita limum sínum eina nóg góða tænastu, er neyðugt at hoyra, hvørji sjónarmiðini hjá limunum eru, sigur formaðurin.
Aðalfundurin hjá FSN verður hildin í nýggju fundarhøllini í Norðurlandahúsinum, sum nevnist “Skálin”.
- Vit meta hetta hølið vera sera vælegnað til okkara aðalfund, sigur formaðurin.
Samráðingar
Eyðstein Djurhuus vísir á, at í løtuni eru sáttmálasamráðingar fyri bæði fiskiskipaflotan og Strandferðsluna.
- Gongdin í samráðingunum benda ikki á nakra skjóta semju. Tað er serliga fyri fiskiskipini, har mótparturin hevur sett fram rættiliga ósmæðin krøv. Millum annað verður kravt, at oljan skal verða loyvd felagsútreiðsla í øllum sáttmálum. Eisini eru onnur víðfevnd krøv sett fram, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus, nú aðalfundur verður í morgin.
Sáttmálin fyri farma- og frálandaskip er uppsagdur til at fara úr gildi 1. mars 2011.