Og at hetta skal vera ein liður í royndini hjá fólkaflokkinum at fáa lønirnar niður. »Fidusurin« skal vera, at tá uppskotið er samtykt verður parturin hjá fiskimonnum lækkaður í sáttmálanum.
Og nú verður reiðarafelagið eisini brúkt í hesi herferðini. Til hetta er stutt at siga, at í fleiri av seinastu samráðingum hevur reiðarafelagið lagt hart út við krav um niðurskurð av hýrunum. Her hava manningarfeløgini roynt at verja borg, og tað er í øllum førum eydnast at semjast um ein nýggjan sáttmála uttan verkfall.
Jákup Sólstein kann sjálvsagt hava sína hugsan um hetta mál. Men tað verður eingin sáttmáli gjørdur uttan at fiskimannafelagið eisini góðkennir hann. Og fiskimannafelagið hevur í alla sína tíð samráðst við ábyrgd yvirfyri fiskimonnum.Tað ber als ikki til at siga annað um samráðingar sum liggja eitt ár fram í tíðina.
Óli Jacobsen