Hendan dagin fyri 13 árum síðani, tann 3. august í 2000, er Signar á Brúnni til umrøðu í Sosialinum. Hann varð summarið fyri kroystur frá sum landsstýrismaður, tí hann varð skuldsettur fyri at fara út um sínar heimildir sum landsstýrismaður, eftir at hann hevði játtað Sjónvarpið Føroya pengar úr gjaldføri landskassans.
Partamenn hansara vildu hava hann frá alt fyri eitt, men sjálvur helt landsstýrismaðurin uppá, at hann einki skeivt hevði gjørt.
Kanningarstjóri varð settur, sum reinsaði landsstýrismannin fullkomiliga.
Yvirskriftin á forsíðuni hendan dagin vóru orðini hjá Signar á Brúnni:
»Mínir egnu mugu hava ringan smakk í munninum«.
– Tórbjørn Jacobsen var tann fyrsti at fella dóm í hesum máli. Var hann í míni støðu og eg í hansara, so hevði eg aldrin funnið upp á at gjørt tað sama sum hann. Eg føldi tað vera óloyalt, sigur Signar á Brúnni um eftirmann sín í landsstýrinum.
Vit endurgeva úr Sosialinum:
»Bakgrund: Signar á Brúnni varð reinsaður í málinum um flytingina til Sjónvarp Føroya, men hann fekk ikki landsstýrissessin aftur, sum honum annars varð lovað, tá hann fór frá
Seinastu fýra mánaðirnar hevur Signar á Brúnni verið sentrali persónurin í einum av heitastu málunum í føroyskum politikki.
Málið, sum snýr seg um eina eykajáttan til Sjónvarp Føroya, hevði við sær, at Signar á Brúnni noyddist úr landsstýrisessinum, meðan embætisførslan hjá honum varð kannað. Men áðrenn kanningarúrslitið var liðugt, noyddist hann at siga endaliga farvæl til landsstýrissessin, tí Tjóðveldisflokkurin vildi hava annan mann at taka við.
Nú kanningarúrslitið er greitt, er Signar á Brúnni fullkomiliga reinsaður í hesum máli, men hóast hann er styrktur politiskt, situr hann eftir við svartaperi, tá hugsað verður um landsstýrissessin.
Tórbjørn Jacobsen, sum er floksfelagið og kappingarneyti hjá Signari til løgtingssessin hjá Tjóðveldisflokkinum í Eysturoy, hevur tikið við sum landsstýrismaður í mentamálum, og har er eingin vegur aftur. Eftir fjølmiðlaliga plettskotið í Kunoy fyri næstan tveimum vikum síðani, tá løgmaður gav Tórbirni Jacobsen handanarbrævið omanfyri bøgarðarnar í Kunoy, er og verður Torbjørn Jacobsen landsstýrismaður í mentamálum.
Og Signar, hann verður verður verðandi løgtingsmaður – fyribils í hvussu so er.
Eingin ivi hesaferð
Signar-málið byrjaði, tá løgtingsgrannskoðararnir løgdu eina frágreiðing fyri løgtingið síðst í mars mánaði í ár. Í hesi frágreiðing vóru teir eirindaleysir í metingini av embætisførsluni hjá Signari á Brúnni, tá hann í 1999 flutti Sjónvarpi Føroya pengar, sum stovnurin manglaði til lønir og aðrar útreiðslur.
Landsstýrismaðurin bað 19. juli í 1999 fíggjarnevndina um eykajáttan, men fíggjarnevndin vildi ikki spæla við og vísti til løgtingið. Fýra dagar seinni gjørdi landsstýrismaðurin av, at Sjónvarpið skuldi hava pengarnar, sum stovnurin manglaði, og tað er avgerðin hjá Signari á Brúnni tann 23. juli 1999, sum síðani hevur verið løgd undir sjóneykuna.
– Talan er umbrot á stýrisskipanarlógina, staðfestu løgtingsgrannskoðararnir í síni frágreiðing í mars mánaði. Og hetta var byrjanin til eina tubulenta tíð hjá Signari á Brúnni.
Løgfrøðingurin og fyrrverandi politikarin, Bjørn á Heygum, sum var við til at gera stýrisskipanarlógina, kravdi eftir frágreiðingina at Signar á Brúnni fór frá sum landsstýrismaður. – Heilt greið prógv eru fyri, at Signar á Brúnni hevur brotið landsins lógir, sum hann sjálvur umsitir. Tí má hann fara frá í stundini, skal Føroya fólk hava álit á rættartrygdini í landinum, segði ein avgjørdur Bjørn á Heygum við Sosialin í mars mánaði.
Hann helt, at tað fleiri ferðir hevði verið ivamál, um landsstýrisfólk høvdu brotið lógina, men at í málinum um Signar var eingin ivi.
Flokkurin vildi hava hann frá Anfinn Kallsberg, løgmaður, segði í viðmerking til frágreiðingina hjá løgtingsgrannskoðarunum, at kom hann til somu niðurstøðu, so mátti Signar á Brúnni frá. Hann metti, at málið snúði seg um misálit á alt landsstýrið, og tí var tað eitt álvarsmál.
Signar á Brúnni helt alla tíðina fast um, at hann helt seg einki skeivt hava gjørt.
– Eg ráðførsdi meg við fíggjarfrøðingar og lógarkøn bæði í mínum egna stýri og aðrastaðni, og øll hesi vóru samd um, at eg skuldi gera tað, sum eg gjørdi, segði hann við Sosialin í døgunum eftir frágreiðingina hjá løgtingsgrannskoðarunum.
– Eg vildi, at alt skuldi ganga eftir lógini í hesum máli, segði hann.
Flokkurin hjá Signar á Brúnni var ikki so sannførdur um, at landsstýrismaðurin hevði borið seg rætt at. Á fundi síðst í mars mánaði var málið viðgjørt. Signar á Brúnni slapp at grundgeva fyri síni avgerð, men hetta
sannførdi ikki flokkin, sum helt, at Signar mátti úr sessinum og standa á síðulinjuni, meðan málið varð kannað nærri.
Undan samgongufundi um Signar-málið 28. mars segði løgmaður, at um Signar á Brúnni ikki sjálvur fór frá, so fór løgmaður at taka stig til, at játtanin fekk avleiðingar.
– Ein landsstýrismaður, sum hevur framt lógarbrot, kann ikki vera sitandi, segði løgmaður við Sosialin hendan dagin.
Og Signar á Brúnni valdi sjálvur at siga seg úr starvi, meðan málið varð kannað nærri. Hendan avgerðin varð tikin á samgongufundinum 28. mars, og eftir fundin segði landsstýrismaðurin, at hann vildi hava málið kanna út í æsir, so hann kundið verið reinsaður.
– Eg havi einki skeivt gjørt, undirstrikaði hann fyri pressuni.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, vísti á, at Signar á Brúnni mátti fara frá fyri at verja stýrisskipanina.
– Bert ivi er reistur um lógarbrot, er nóg mikið til, at fólk ikki hava álit á, at stýrisskipanin verður hildin, segði Høgni Hoydal eftir samgongufundin.
Tvær vikur seinni var boðskapurin hjá varaløgmanni greiður.
– Hevur Signar á Brúnni eisini skeivt gjørt, eigur støðan at vea nullstillað, og Signar á Brúnni settur
aftur sum landsstýrismaður, segði Høgni Hoydal við Sosialin 11. apríl.
Reinsaður
Tað kom sperðil í, tá kanningarstjóri skuldi setast at kanna málið um flytingina til Sjónvarp Føroya. Hvørki løgmaður ella løgtingsformaðurin kundu av sínum eintingum seta ein kanningarstjóra, men ein loysn fekst, tá 13 løgtingsmenn 14. apríl bóðu løgtingsformannin seta ein kanningarstjóra at kanna málið.
4. mai varð Petur Even Djurhuus, advokatur, settur sum kanningarstjóri, og hann skuldi meta um gongdina í málinum, sum førdi við sær, at Signar á Brúnni flutti 1,6 milliónir krónur til Sjónvarp Føroya úr gjaldføri landskassans. Kanningarstjórin skuldi gera av, um fyrisitingin í málinum var farin fram á lógligan hátt.
Týsdagin var Petur Even Djurhuus liðugur við kanningina, og niðurstøðan hjá honum var púra greið. Signar á Brúnni hevði einki ólógligt gjørt, tá hann gjørdi umstríddu flytingina til Sjónvarp Føroya. Alt var í samsvar við lógir og reglur.
So skuldi málið verið loyst, og Signar á Brúnni skuldi verið settur aftur sum landsstýrismaður. Men so einfalt gjørdist tað ikki.
Fyri næstan tveimum vikum síðani gav løgmaður Tórbirni Jacobsen handanarbrævið omanfyri bøgarðarnar í Kunoy. Við hesum var Torbjørn Jacobsen endaliga settur sum landsstýrismaður í mentamálum, eftir Tjóðveldisflokkurin á innanhýsis fundi varð vorðin samdur um, at nýggjur landsstýrismaður mátti setast fyri Signar á Brúnni.
Eftir situr so ein reinsaður og styrktur Signar á Brúnni, sum ikki sleppur aftur í landsstýrissessin, sum honum varð lovað, um hann varð reinsaður av kanningarstjóranum.«